Skriva út
Lagt út: 27.05.2021

Kanning: Arbeiðið og tú

Við stuðli frá Granskingarráðnum, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum fer Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum eldri enn 18 ár. Hetta boða tey frá á heimasíðuni health.fo

Tey siga soleiðis um verkætlanina:

- Við verkætlanini ynskja vit at savna inn vitan um sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum til tess at betra um arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Tá kanningin er liðug, fara vit at greina úrslitini eftir t.d. kyni og aldri, fak- og starvsbólkum, vinnugreinum og øki.

- Við verkætlanini fara vit at spyrja allar arbeiðstakarar í Føroyum um teirra arbeiðsumhvørvi. Hetta fyri at betra um arbeiðsumhvørvið teimum, sum arbeiða her á landi. Úrslitini verða sostatt til gagns fyri arbeiðstakara, arbeiðsgevara og teir myndugleikar, ið hava ábyrgd fyri og eftirlit við arbeiðsumhvørvinum hjá føroyingum.

Tað tekur umleið 30 min. at svara spurningunum, ið eru at finna her

Svarini verða dulnevnd og goymd trygt á einum ambætara í Føroyum. Tað verður sostatt ógjørligt at síggja júst, hvat hvør einstakur hevur svarað.

Eru viðmerkingar ella spurningar til kanningina ber til at venda sær til Anniku Helgadóttir Davidsen, verkætlanarleiðara, sálarfrøðing og phd, ella til Pál Weihe, yvirlækna og professari.