Skriva út
Lagt út: 10.01.2013

Kanna heilsuávirkan av svimjing og fótbóltsspæli

Magni Mohr, sum er ítróttargranskari, fer í næstum at granska, hvørja ávirkan fótbóltsspæl og svimjing, hevur á blóðtrýstið, hjarta-æðra skipanina, vøddar og beinvevnað hjá ótrenaðum kvinnum.

Talan er um verkætlan, sum verður framd í samstarvi millum University of Exeter, har Magni Mohr starvast sum granskari, Københavns Universitet, Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs og Almannaheilsu og ÍSF.  

Granskingarverkætlanin hevur fingið heitið "Svim ella spæl teg til betri heilsu". Hon fer í  gongd 1. februar. Í løtuni verður lýst eftir kvinnum, sum ynskja at luttaka í verkætlanini. Tær skulu vera millum 35 og 50 ár og ótrenaðar. Tørvur er á umleið 80 luttakarum. Tær verða býttar í tríggjar bókar: Tveir bólkar skulu svimja og ein bólkur skal spæla fótbólt. Venjingarnar og kanningarnar taka umleið 3 mánaðir, síðani skúlu úrslitini kannast og greinast.     

Magni Mohr, ítróttargranskari, og Annika Lindenskov, ítróttarráðgevi hjá ÍSF, vóru gestir í morgunsendingini í Útvarpinum 10.1.2013. Hoyrið innslagið her.

Til ber at melda seg sum luttakara í verkætlanini við at senda ein teldupost til ÍSF á isf@isf.fo ella við at ringja á 312606 ella 282331.   

Granskingargrunnurin hevur fíggjað verkætlanina við 600.000 kr. Les meira um verkætlanina her