Skriva út
Lagt út: 25.01.2010

Jonhard Eysturskarð vart ph.d. við NTNU

Fríggjadagin 22. januar 2010 vardi Jonhard Eysturskarð ph.d. ritgerð við heitinum ”Mechanical Properties of Gelatin Gels; Effect of Molecular Weight and Molecular Weight Distribution” á NTNU, Norges Tekniske og Naturvidenskabelige Universitet.

Fyrrapartin sama dag helt Jonhard Eysturskað kravda royndarfyrilesturin við bundna heitinum: "Occurence, chemical structure and functional properties of marine glycosaminoglycans" .

Í metingarnevndini vóru:
Professor, ph.d., E. Allen Foegeding, Department of Food, Bioprocessing & Nutrition Sciences, North Carolina State University, USA
Professor, ph.d, Nazlin K. Howell, Faculty of Food Biochemistry, University of Surrey, UK
Professor Kjell Morten Vårum, Department of Biotechnology, NTNU

Arbeiðið er gjørt á deildini fyri biotøkni og Kurt Ingar Draget, professari II, hevur verið vegleiðari hjá honum.

Arbeiðið hjá Jonhardi Eysturskað hevur verið fíggjað umvegis Granskingarkjarnan fyri biotøkni undir Fiskimálaráðnum, sum Hóraldur Joensen er granskingarleiðari fyri. Eftir ætlan byrjar Jonhard Eysturskarð í starvi sum granskari á Fiskaaling í næstum.

Les meira um Jonhard Eysturskarð í Heilagrunninum