Skriva út
Lagt út: 30.11.2019

Jólakalendari 2019

Í morgin er 1. desember og 1. sunnudagur í advent. Vit fara hvønn dag fram til jóla at deila ymiskt tilfar á Facebook síðu okkara, sum hevur við gransking at gera. Eitt slag av jólakalendara at stytta sær stundir við.  

Vit fara at kunna um ymsar altjóða verkætlanir og hava leitað okkurt tilfar fram úr goymslunum hjá Granskingarráðnum og Kringvarpinum.   

Um tú ikki longu fylgir okkum á Facebook, so kanst tú gera tað nú við at fara inn á facebook.com/gransking