Skriva út
Lagt út: 01.03.2024

Jóhannus Kristmundsson vart ph.d. á Setrinum

Fríggjadagin 1. mars vardi Jóhannus Kristmundsson ph.d.-ritgerð sína um yvirvøkuhættir av alilaksi í ringunum.

Verjan gekk sera væl og Jóhannus fekk stórt rós fyri sítt arbeiði og fyri framløguna.

Ph.d.-verkætlanin hevur verið gjørd í samstarvi millum Firum og Fróðskaparsetur Føroya, og Jóhannus hevur verið innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Vegleiðarar gava verið Qin Xin, professari á Fróðskaparsetrinum, Øystein Patursson, stjóri í ráðgevarafyritøkuni RAO og John Potter, professari á NTNU.

Í metingarnevndini vóru Knud Simonsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Føre, lektari á NTNU og Rubén González Crespo, professari á International University of La Rioja.

Ritgerðin kallast: “Real time Non-Invasive Salmon Monitoring in Offshore Fish Farms”

Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.

Samandráttur:

Laksavinnan vil bøta um hættirnar, sum verða brúktir til eftirlit við tí, ið hendir niðri í aliringunum. Hetta er neyðugt fyri at skapa góða fiskavælferð í stríðnum fyri at nøkta vaksandi tørvin av aldum laksi til matna. Gott eftirlit við atburðinum hjá fiskinum kann geva innlit í, hvussu fiskurin hevur tað og kann virka sum ávaring, um eitthvørt ikki er, sum tað eigur.

Í hesari ritgerðini eru núverandi yvirvøkuhættir av alilaski í ringum kannaðir, og summir av hesum, til dømis undirsjóvarmyndatól og einkult-strálu-ekkolodd eru nýtt til at granska fiskaatburð. Ein nýggjur og sjálvvirkandi yvirvøkuháttur, ið brúkar fleirstrálað ekkolodd, er síðani mentur. Fyri at sjálvvirkandi síggja, hvar laksurin er í mátiúrslitunum, verður tilgjørt vit nýtt. Bygt á hendan yvirvøkuhátt varð ein kanning gjørd, har viðurskifti verða mátað, ið annars ikki áður hava borið til, so sum frástøða frá nót til fiskar og svimjitættleikin. Hesir yvirvøkuhættir skapa sera nógvar dátur, ið fyri at skapa nyttu skulu sendast til lands. Í síðsta partinum av ritgerðini verða samskiftisviðurskiftini fyri aliútgerð á sjónum greinað, fyri at hendan vitan kann koma til lands á álítandi hátt.

Grein I: Inniheldur eina kanning av núverandi yvirvøkuhættum

Grein II: Kannar, hvussu umhvørvið, m.a. alda og streymur, ávirkar atburðin á alilaksi og plássið í alinótini.

Grein III: Her verður ein framkomin yvirvøkuháttur, ið nýtir fleirstrálað ekkolodd og maskinlæring, mentur.

Grein IV: Her verða úrslit frá einum fleirstrálaðum ekkoloddi nýtt til at máta svimjiatburð á aldum laksi á sjónum.

Grein V: Her verða samskifitisviðurskiftini fyri yvirvøkuútgerð á alibrúki til havs kannað.

Saman skapa greinarnar í hesari ritgerðini eitt yvirlit og framstig av vitanini um yvirvaking av alilaksi.

Akademiski profilurin hjá Jóhannus Kristmundsson er her.

Á myndini frá vinmstru: Qin Xin, Øystein Patursson, Jóhannus Kristmundsson, Martin Føre, Rubén González Crespo og Knud Simonsen.