35a5e52b5db5d109d8591bf156de4a2b.jpg
Skriva út
Lagt út: 29.03.2016

Jóhanna Lava Køtlum stjóri á Fiskaaling

Nevndin í Fiskaaling hevur gjørt av at seta Jóhonnu Lava Køtlum í starv sum stjóra á Fiskaaling.

Jóhanna er 47 ár, er útbúgvin lívfrøðingur og master í umhvørvismeting. Jóhanna hevur drúgvar leiðsluroyndir m.a. sum stjóri á Umhvørvisstovuni og sum deildarleiðari á Umhvørvisstovuni og á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Harafturat hevur Jóhanna drúgvar royndir at arbeiða við alimálum, og fevna hesar m.a. um eftirlitsarbeiði, menning av umhvørviseftiransingarskipan, lóggávuarbeiði, samstarv við Havbúnaðarfelagið og alifeløg.

Í løtuni starvast Jóhanna sum deildarleiðari í grønlendska fiskimálaráðnum.

Jóhanna byrjar í starvinum tann 1. juni 2016.

Kelda: fiskaaling.fo

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum