Skriva út
Lagt út: 11.02.2011

Jógvan Zachariassen vart D.Min. við Dallas Theological Seminary

Hósdagin 10. februar vardi Jógvan Zachariassen Ph.D. ritgerð sína við Dallas Theological Seminary í USA.

Ritgerðin ber heitið: "Theology of Music". Ritgerðin viðger sambandið millum tónleik og gudfrøði og hvussu ein tónleikari skal fyrihalda seg til tónleik og trúarlív í síni egnu mentan.

Vegleiðarir hjá Jógvani vórðu Dr. Oscar Lopez og Dr. Ronald Man, báðir professarar í gudfrøði og tónleiki. Afturat teimum sótu í dómsnevndini Dr. Scott Barfoot, Head of Doctoral Department á Dallas Theological Seminary og tveir aðrir professarir á øðrum skúlum.

Eitt serligt við hesari verjuni var, at Jógvan vardi ritgerðina úr Føroyum, verjan fór nevniliga fram umvegis video conference call á Skype. Ein dómari sat í Washington, ein í Oklahoma, ein í Houston og tveir í Dallas, Texas, og Jógvan í Føroyum.

Les um Jógvan Zachariassen í Heilagrunninum.

Viðm: Eftir at hesi tíðindini eru send út, hava vit fingið upplýst, at talan ikki er um eina Ph.D.ritgerð, men um D.Min. Umberið mistakið.