Skriva út
Lagt út: 28.11.2008

Jógvan í Lon Jacobsen vart dr.philos.-ritgerð 28. november

Fríggjadagin 28. november vardi Jógvan í Lon Jacobsen dr.philos.-ritgerð sína við heitinum ”Álvaratos, who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum” á universitetinum í Bergen.

Hósdagin 27. november var skipað fyri royndarfyrilestri, eins og vanliga verður gjørt í Noregi. Evnini, sum Jógvan í Lon Jacobsen helt fyrilestur um, vóru "Livsstil som analytisk omgrep i sosiolingvistikken" og "Sproglig markedsøkonomi på Færøerne".

Odd Einar Haugen, professari, var orðstýrari til sjálva verjuna fríggjadagin 28. november.
Metingarfólkini vóru:
Arne Torp, professari, Universitetet i Oslo.
Asgerd Gudiksen, lektor, ph.d. á Keypmannahavnar Universitet
Fyrstiamanuensis, Endre Brunstad, Universitetet i Bergen, sum var leiðari fyri metingarnevndini.

Les meir um Jógvan í Lon Jacobsen, sum er nummar 100 við doktaraheiti í Heilagrunninum.