Skriva út
Lagt út: 13.01.2012

Jógvan Hansen vart Ph.D. á Durham University

Mánadagin 9. januar 2012 vardi Jógvan Hansen, jarðfrøðingur, Ph.D.ritgerð sína við Durham University í Stóra Bretlandi. Ritgerðin ber heitið: “Petrogenetic Evolution, Geometries and Intrusive Styles of the Early Cenozoic Saucer-Shaped Sills of the Faroe Islands”. Í ritgerðini verða ymisk vísindalig atlit tengd at sjey stórum basalt sillum í føroysku fjøllunum viðgjørd.

Tvær greinar tengdar at hesari verkætlanini eru almannakunngjørdar í altjóða tíðarritum:
Greinin: “The onset of the North Atlantic Igneous Province in a rifting perspective”, sum var í Geological Magazine í mai 2009, kann lesast her
Greinin: “Early Cenozoic saucer-shaped sills of the Faroe Islands: an example of intrusive styles in basaltic lava piles”, sum var í The Journal of the Geological Society í januar 2011 kann lesast her.
Ein grein afturat er undir fyrireiking.

Dr. Dougal Jerram, Dr. Ken McCaffery og Dr. Simon Passey hava verið vegleiðarar hjá Jógvani Hansen.

Oljufeløgini BP, Chevron og Geysir Petroleum hava umvegis Jarðfeingi stuðlað verkætlanini fíggjarliga.

Les um Jógvan Hansen í Heilagrunninum