Skriva út
Lagt út: 27.09.2008

JobMatch væl vitjað


Granskingarbásurin á JobMatch, sum var  í Keypmannahavn 26. og 27. september, var væl vitjaður. Fleiri fólk nýttu høvið at spyrja seg fyri um arbeiðsmøguleikar í Føroyum, um stuðulsmøguleikar og um góð ráð yvirhøvur. Eisini gjørdu fólk vart við sínar førleikar í sambandi við møguligar arbeiåsuppgávur í framtíðini.

Vit høvdu eina framløgu um gransking bæði fríggjadagin og leygardagin, sum kann takast niður her. Her varð serliga heitt á fólk um at lata seg skráseta at fáa tíðindabræv um gransking og í Heilagrunninum, um tey longu arbeiða við gransking.

Tey, sum ikki høvdu møguleika at koma á JobMatch, eru altíð vælkomin at spyrja seg fyri um gransking hjá okkum á gransking@gransking.fo ella telefon +298 567800