Joannes Purkhus Dr.Theol..png
Skriva út
Lagt út: 23.07.2026

Jóannes Purkhús vart doktararitgerð í gudfrøði

Mikudagin 22. juli vardi Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, doktararitgerð - Dr. theol. - í Nýggja Testamenti á gudfrøðiligu deildini við Universität Münster.

Heitið á ritgerðini er: Doulos in and around Paul. A Semantic Analysis of Paul’s Slavery Language in its Contexts.

Verjan gekk væl, og vardi hon í umleið tveir tímar. Vegleiðari hjá Jóannesi hevur verið Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster, har Jóannes hevur verið innskrivaður til doktaralestur.

Fyrsti limur í metingarnevndini var Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster.

Annar limur í metingarnevndini var Lutz Doering, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster

Hartil vóru limir frá øðrum gudfrøðiligum greinum eisini í nevndini.

Stutt um ritgerðina

Í stuttum greinar doktararitgerðin, hvussu orð og myndamál, sum hava sín uppruna í trælahaldinum, verða nýtt tilvitað í brøvum Paulusar og í gudfrøðiligu próvførslu hansara.

Í ritgerðini verður víst á, at Paulus nýtir trælamálburð á ein bæði nýskapandi og fjølbroyttan hátt, ið er lagaður eftir ítøkiligu støðuni í einstøku brøvunum. Á tann hátt ger Paulus seg galdandi sum brævahøvundur. Víst verður á, at Paulus, tá ið hann viðger og grundar yvir torgreidd gudfrøðilig viðurskifti, mangan nýtir málburð, ið hevur støði í trælahaldinum, fyri at lýsa síni sjónarmið.

Ritgerðin greinar, hví hetta er so, og hvønn leiklut trælasemantikkurin spælir í brøvunum hjá Paulusi. Harumframt greinar ritgerðin, hvussu trælasemantikkurin hjá Paulusi líkist og samstundis er øðrvísi enn tann hjá øðrum høvundum frá griksk-rómverskari tíð, bæði kristnum og ikki-kristnum høvundum. Tískil verður próvført fyri, at Paulus kemur við einum sjálvstøðugum íkasti, tá ið talan er um trælasemantikk.

Á myndini eru Eve-Marie Becker, professari og vegleiðari, og Jóannes Purkhús. (c) privatmynd.