Skriva út
Lagt út: 23.05.2016

Jens Dam Ziska doktari við lærda háskúlan í Oxford

21. desember 2015 vardi Jens Dam Ziska DPhil ritgerð sína í heimspeki við University of Oxford. Ritgerðin kallast “Belief, Rationality, and Truth.”

Ritgerðin snýr seg í stuttum um tær leiðreglur, ið gera av, um ein sannføring er grundað á vit og skil ella ikki. Ofta verður tikið fyri givið, at skynsemi er ein dygd, sum vit eiga at stremba eftir, men júst hvat er tað at vísa skynsemi? Og í hvønn mun hava vit eina skyldu at brúka vit og skil? Í ritgerðini verður ført fram, at hesir spurningar kunnu ikki svarast uttan so, at vit fáa betri greiði á sambandinum millum praktiskan og teoretiskan rationalitet. Hetta kemst av tveimum ávum. Í fyrstu atløgu kunnu tær sannføringar, vit hava, ikki bert metast eftir, hvussu sannlíkar tær eru, men eisini eftir, hvørji praktisk árin tær hava. Í aðru atløgu kunnu vit í fleiri førum velja, hvørt okkara fatan av umheiminum og okkum sjálvum er grundað á teoretiska ella praktiska tankagongd. Hvør hugsunarháttur setir sínar egnu treytir fyri, hvat telur sum røtt tankagongd. Serliga hvat viðvíkur okkum sjálvum og gerðum okkara. Velja vit at hugsa úr einum teoretiskum sjónarhorni, velja vit samstundis at hugsa úr einum uttanveltaðum sjónarhorni, har okkara atburður er treytaður av samleika og umhvørvi. Hugsa vit hinvegin úr einum praktiskum sjónarhorni, hugsa vit ístaðin úr einum persónligum sjónarhorni, har okkara gerðir eru grundaðar á eitt ávíst frælsi at taka egnar avgerðir uttan mun til samleika og umhvørvi. Seinasti parturin av ritgerðini viðger, hvussu vit eiga at javnviga hesi sjónarhorn, og hvønn týdning hesin spurningur hevur fyri ymsar greinar innan heimspekina.

Vegleiðarar hava verið:
• Anandi Hattiangadi, fyrrverandi lektari í heimspeki, University of Oxford, nú professari við Stockholms Universitet og granskari við Swedish Collegium for Advanced Study.
• John Broome, fyrrverandi White’s Professor of Moral Philosophy við University of Oxford, nú vitjandi professari við Stanford University og Australian National University.

Opponentar vóru:
• William Child, professari í heimspeki við University of Oxford.
• Wlodek Rabinowicz, professari í praktiskari heimspeki við Lunds Universitet og Centennial Professor við London School of Economics.

Ein grein við heitinum “Deliberation and the First-Person Perspective” kom herfyri út í viðurkenda tíðarritinum Teorema. Greinin byggir á seinasta kapittulin í ritgerðini. Greinin var millum tríggjar tær bestu í kapping fyri ungar granskarar hjá tíðarritinum.

Væntandi verða aðrar greinar eisini útgivnar í næstum.

Verkætlanin er lutvíst stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira um hana í Stuðulsyvirlitinum