Skriva út
Lagt út: 25.11.2022

Javnaðarflokkurin svarar

Nú løgtingsval er í hondum, hevur Granskingarráðið sett øllum politisku flokkunum fýra spurningar um gransking, menning og nýskapan, fyri at hoyra teirra hugsan.

Javnaðarflokkurin svarar soleiðis:

Spurningur 1: Hvønn týdning hava gransking, menning og nýskapan fyri samfelagið?
Í Javnaðarflokkinum vita vit, hvussu stóran týdning gransking hevur. Heimurin er í rúkandi menning, og fyri at vit kunnu fáa lut í hesari menning, má gransking raðfestast høgt. Samstundis eru stórar avbjóðingar fyri framman, og fyri at vit kunnu handfara hesar avbjóðingar, er alneyðugt, at vit granska meira enn vit gera í dag.

Vit hava góð høvd í Føroyum. Granskingin er í menning, hetta skulu vit stimbra og stuðla.

Spurningur 2: Hvat er tykkara visjón fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Javnðarflokkurin ynskir at stimbra og stuðla gransking í Føroyum. Herundir ynskja vit at stuðla undir menning innan høvuðsvinnurnar, so tær gerast so umhvørvisvinarligar, sum til ber.

Spurningur 3: Nevn onkra granskingarverkætlan, sum tit halda, vit áttu at farið undir í Føroyum í næstum.
Gransking skal vera frí. Tí skal landið ikki beinleiðis stýra, hvørjar granskingarverkætlanir verða framdar.

Tó so skal landið raðfesta til hvørji øki stuðul skal latast. Har ynskja vit at raðfesta gransking og menning sum kann vera við til at flyta Føroyar fram á einari grønari kós. Eisini eiga umstøðurnar hjá børnum og ungum at verða greinaðar nærri

Vit síggja eisini stórar møguleikar í at gagnnýta tær heilsuskráir, sum eftir ætlan verða gjørdar undir nýggja fólkaheilsustýrinum. Hetta kann nýtast til gransking, sum kann verða bæði føroyska heilsuverkinum til gagns, og skapa vitan, sum kann nýtast altjóða.

Spurningur 4: Eru onkur ítøkilig átøk, tykkara flokkur ætlar at fremja til frama fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Raðfestingin til stuðul frá Granskingarráðnum skal hækka. Harumframt eiga vit at styrkja Fróðskaparsetur Føroya, so umstøðurnar at nema sær útbúgving og granska í Føroyum gerast betri. Tað skal gerast við at gera eitt nýtt og tíðarhóskandi universitetskampus. Eisini skal upptakið til ávísar útbúgvingar økjast, herundir til námsfrøðing.

Vit eiga eisini at arbeiða við at menna Landssjúkrahúsið til at vera eitt universitetssjúkrahús. Fyri at gera tað, skal gransking raðfestast munandi hægri á Landssjúkrahúsinum, so tað verða sett krøv til granskingaraktivitet, og at gransking verður ein sjálvsagdur partur av arbeiðinum.

Í øllum hesum er sjálvsagt eisini neyðugt við einum veruligum universitetsbókasavni, sum Landsbókasavnið eigur at verða.

***

Umframt at svara spurningunum omanfyri, vórðu flokkarnir bodnir at taka “Granskingarkvissina”.

Tú kanst eisini royna teg her