Skriva út
Lagt út: 30.05.2008

Játtan til gransking kvinkar upp

Í álitinum frá Fíggjarnevnd Løgtingsins er uppskotið til játtan til gransking kvinkað uppeftir við 250.000 kr. Hetta er eitt stig rætta vegin og stuðlar upp undir vónirnar um eina munandi hækking í 2009.

Granskingarráðið lýsir í hesum døgum eftir umsóknum innan økini Mentan, Náttúra og náttúrutilfeingi og Tøkni. Treytað av at broytingaruppskotið verður samtykt, verða 6.930.000 kr. tøkar at lata til skikkaðar umsóknir