Skriva út
Lagt út: 21.05.2008

Jarnbrot til raðfesting av gransking


Eitt nýskapandi strategiskt granskingaramboð er lagt fram í Danmark í dag, "FORSK2015 - et prioriteringsgrundlag for strategisk forskning". Í kataloginum eru 21 uppskot til strategisk granskingarevni. Katalogið skal brúkast sum kelda til vitan og íblástur til politiska arbeiðið at raðfesta tilfeingið til strategiska gransking.

Evnini eru býtt upp í 6 yvirskriftir:
Orka, umhvørvi og veðurlag
Framleiðsla og tøkni
Heilsa og fyribyrging
Nýskapan og kappingarevni
Vitan og útbúgving
Menniskju og samfelagsskipan

FORSK2015 er úrslitið av eini drúgvari tilgongd, har fleiri hundrað fólk frá universitetum, granskingarráðum, almennum stovnum, fyritøkum, ministerium og áhugafelagsskapum hava verið við at eyðmerkja teir týdningarmestu strategisku granskingartørvirnar.

Í innganginum til samandráttin sigur Helge Sander, vísindamálaráðharri, seg vóna at granskingaráhugað kenna á sær, at tað við FORSK2015 er skapt eitt dygdargott og framsíggið grundarlag at raðfesta tilfeingið til strategiska gransking og at katalogið kann geva íblástur til arbeiðið at raðfesta granskingartilfeingið á universitetunum, sektorgranskingarstovnunum, sjúkrahúsunum v.m.

Les meira á www.FORSK2015.dk

Støðan í Føroyum
Í Føroyum eru tilmælini í Visjón 2015 tað, sum líkist mest nýggja danska átakinum. Til framløguna av Visjón 2015 í juni 2007, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, m.a. at: "Tað er ikki skuggi av iva í míni sál um, at politisku flokkarnir fara at kaga - fyri ikki at siga nærlesa - hesa bók, nú teir leggja sínar politisku skráir til næsta val."

Landsstýrið, sum varð skipað í januar, hevur - møguliga við íblástri frá Visjón 2015 - sett sær fyri at raðfesta gransking í hesum valskeiðinum. Á fundi hesa vikuna hevur Landsstýrið arbeitt við at orða langtíðar íløgur og raðfestingar. Gransking er aftur nevnt sum eitt øki, sum av álvara fer at verða raðfest nú. Í granskingarumhvørvinum bíða fólk í spenningi eftir, hvussu og nær hesar raðfestingar fara at vísa seg.