Skriva út
Lagt út: 17.06.2014

Jan Rasmussen vart ph.d. í CTD

Týsdagin 17. juni vardi Jan Rasmussen lækni ph.d ritgerð sína um um CTD. Ritgerðin kallast: "Primary Carnitine Deficiency in the Faroe Islands - an epidemiological and clinical study."

Tað var fult av fólki samankomið í Veitsluhøllina á Landssjúkrahúsinum til verjuna, sum eisini varð stroymað til Bókasavnið við Løkin

Formaðurin í metingarnevndini Gunnar H. Gislason bjóðaði vælkomin og greiddi frá mannagongdini fyri verjuni.

Hann gav síðani Jan Rasmussen orðið. Hann greiddi fyrst frá endamálinum við verkætlanini, sum var:
- at greina og greiða frá úrslitunum av stóru sjálvbodnu kanningini í Føroyum av CTD títtleika, markvirðum og karnetininnihaldi hjá fólkinum.
- at finna, flokka og samanbera ymsar CTD tengdar mutatiónir og genotypur hjá fólki í Føroyum.
- at kanna og flokka allar vaksnar sjúklingar, sum vóru funnir í stóru kanningini, í mun til sjúkueyðkenni og hjartastøðu.

Síðani greiddi hann frá kanningunum og niðurstøðunum, sum eru almannakunngjørdar í 3 greinum í vísindaligum tíðarritum. At enda gjørdi hann niðurstøður og greiddi frá hvussu úrslitini kunnu brúkast í framtíðar viðgerð.

Metingarnevndarlimirnir Jacob Eifer Møller og Nicola Longo fingu síðani høvi at eftirkanna vitanina hjá Jan Rasmussen og at koma við ymsum útgreinandi spurningum og uppskotum.
Jan Rasmussen svaraði væl fyri seg. Tónin var lættur, hóast fleiri av spurningunum sum vanligt er, vóru bæði hvassir og snúðugir.

At enda skuldi metingarnevndin taka støðu til, um Jan Rasmussen hevði staðið verjuna, og her var eingini ivi. .

Tað var fult av fólki samankomið í Veitsluhøllina á Landssjúkrahúsinum til verjuna. Aftaná at metingarnevndin hevði kunngjørt úrslitið, var móttøka har Bjarni á Steig, leiðari á Medisinska Deplinum, og Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, hildu røðu.

Hetta er fyrstu ferð, at tað er ph.d.verja á Landssukrahúsinum. Hetta er onnur ph.d.verkætlanin, sum er framd á stovninum. Tann fyrsta var verkætlanin hjá Sanne Storm, sum varð vard við Aalborg Univversitet í desember 2013. Um stutta tíð fer Tóra Petersen eisini at verja sína ph.d., so tað legst skjótt afturat á stovninum,

Lars Køber hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Allan M. Lund og Olav W. Nielsen hava verið hjávegleiðarar.

Jan Rasmussen hevur verið innskrivaður við Institut for klinisk medisin, Københavns Universitet, og hevur arbeitt á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum,

Granskingargrunnurin hevur fíggjað part av ph.d.verkætlanini. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.

Les meiri um greinir hjá Jan Rasmussen um CTD:

Primary carnitine deficiency and pivalic acid exposure causing encephalopathy and fatal cardiac events

Carnitine levels in 26,462 individuals from the nationwide screening program for primary carnitine deficiency in the Faroe Islands

Primary Carnitine deficiency in the Faroe Islands: health and cardiac status in 76 adult patients diagnosed by screening

Residual OCTN2 transporter activity, carnitine levels and symptoms correlate in patients with primary carnitine deficiency

Á myndini eru frá vinstru metingarmennirnir, í miðjuni Jan Rasmussen við soninum, og høgrumegin vegleiðararnir.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.