Skriva út
Lagt út: 17.03.2021

Innlitið í Horizon Europe skránna økist

Horizon Europe er sjósett og fyrstu útboðini eru almannakunngjørd á Funding og Tenders portalinum. Føroyskir myndugleikar fyrireika og samráðast um luttøkuna og atlimaskapin hjá Føroyum í Horizon.

Horizon arbeiðsskráirnar fyri 2021-2027 verða skipaðar á sama hátt sum undanfarin ár. Talan er um tríggjar súlur (Pillars) við tvey ára raðfestingum, sum verða almannakunngjørd í ‘work programmes’, har innihaldið er útboð, sum kunnu verða ‘bottom-up’, tá velur granskarin sjálvur sítt evni ella ‘top-down’, har evnið er fyrireikað frammanundan.

Útboðini, sum longu eru klár og almannakunngjørd, eru í fyrstu súluni, sum verður nevnd ‘Excellent Science’. Her ber til at søkja um stuðul frá European Research Council, Marie S. Curie flytføriskipanini ella til luttøku í evropeiskum infrakervi.

Onnur súlan verður nevnd ‘Global Challenges & European Industrial Competitiveness’ og hevur útboð, sum snúgva seg um ávís evni, og har krav er um altjóða samstarv fyri at loysa uppgávuna. Hetta eru útboðini, sum føroyskir granskingarstovnar og fyritøkur sannlíkt hava størst áhuga í.

Ætlanin var, at hesi útboð skuldu verða klár í apríl. Science Business hevur tó boðað frá, at útboðini neyvan verða almenn fyrr enn í mai. Hinvegin vita tey at siga, at størri gjøgnumskygni væntandi verður, tí ES kommisjónin letur alsamt fleiri skjøl liggja almenn á síðum, sum viðvíkja viðgerðini av Horizon.

Tað ber tí til longu nú at fáa innlit í møguleikarnar og fyrireika seg til at luttaka í Horizon. Umframt skjøl og annað tilfar, sum liggur alment, er ein av fyrimununum við koronastøðuni, at nógvir fundir, sum hava verið fyri innbodnum, nú eru almennir og netbornir.

Vitja kalendaran hjá Granskingarráðnum, sum vsísir til fleiri netbornar kunningarfundir og ráðstevnur.

Er eitt hvørt at spyrja um í sambandi við Horizon, ber til at skriva til NCP fólkini hjá Granskingarráðnum.