Skriva út
Lagt út: 27.07.2010

Innkalling av fyrilestrum til ráðstevna um fleirmæli í Norðurlondum, sum verður í Føroyum í august 2011


Ráðstevnan ”Minst fýra mál til øll: málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini” verður hildin 22. – 24. august 2011 í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. Fyriskipari er Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, Fróðskaparsetur Føroya. 

Við hesum verða fólk boðin at senda inn uppskot til fyrilestrar til ráðstevnuna. Evstamark fyri móttøku av samandráttum (200-300 orð) er 15. januar 2011. Samandráttirnir skulu sendast til malpolitikk@socdev.fo

Høvuðsendamálini við ráðstevnuni eru hesi:

At skapa eitt tvørvísindaligt forum við at seta saman serfrøðingar og aktørar frá ymiskum vísindagreinum, sum til dømis samfelagsmálvísindi, samfelagsfrøði, søgufrøði, málfrøði, bókmentafrøði, stjórnmálafrøði og løgfrøði.

At samanbera norðurlendsku royndirnar á økinum.

At draga fram og varpa ljós á málpolitisku royndirnar og serligu avbjóðingarnar í sjálvstýrandi økjunum.

At draga fram og varpa ljós á ymisku vilkorini og málrættindini hjá tilflytarum.

Ráðstevnan tekur støði í einari breiðari fatan av fleirmæli og málpolitikki:

Býtið av fokus millum individuelt og samfelagsligt fleirmæli. Í Evropa og í Norðurlondum valdar í dag grundleggjandi semja um, at fleirmæli er ynskiligt og týdningarmikið bæði fyri einstaklingin og fyri samfelagið sum heild. Men málpolitiskt kann denturin vera lagdur á antin støðuna hjá einstaklinginum og á møguleikarnar hjá honum fyri at mennast ella at tryggja samfelagnum búskaparliga framgongd ella onnur samfelagslig mál. Hvat halda Norðurlond og sjálvstýrandi økini um hetta (møguliga) stríðsmál?

Týdningurin av fleirmæli hjá øllum samfelagslimum. Eitt av endamálunum við ráðstevnuni er at kanna, hvørjar møguleikar meirilutar hava fyri at gerast fleirmæltir og um teir vita av teimum fyrimunum teir hava, tá teir kunnu brúka teirra egna mál í flestøllum førum. Somuleiðis er tað minst líka so týdningarmikið, at allir málsligir minnilutar (íroknað upprunafólk, tilfluttir minnilutar og teknmálsbrúkarar) hava ein veruligan møguleika fyri at gerast fleirmæltir á høgum støði. Hvørja støðu hevur fleirmæli í málpolitisku virkisskráunum í Norðurlondum í dag?

Hóttan í mun til øll mál í Norðurlondum. Eitt annað endamál við ráðstevnuni er at samanbera nøkur føri, har ”smá” tjóðarmál, sum danskt og finskt, kanska verða hótt av enskum á nøkrum økjum og støðum, og tey føri har ymisk upprunamál og minnilutamál eru álvarsliga hótt av bæði tjóðarmálinum og av enskum.

Ymiskar fatanir í ymiskum Norðurlondum av málpolitisku avtalunum. Hóast Norðurlond í mong ár hava samstarvað málpolitiskt og hava somu siðvenjur, og hóast Norðurlond hava skrivað undir partvíst somu norðurlendsku og altjóða málpolitisku avtalur, hava tey ofta sera ymiska fatan av skyldum í hesum tilráðingum og av sáttmálum um málslig rættindi.

Munur á góðkendum nationalum, norðurlendskum og altjóða skyldum og teirra verkseting. Norðurlond hava fyri summar minnilutar (finlandssviar) og upprunafólk (norðursámar) málpolitisk viðurskifti, sum eru betri enn hjá líknandi bólkum í heiminum. Fyri aðrar bólkar (romafólk) er støðan ikki so nógv betri enn í øðrum londum. Granskarar úr øðrum londum halda ofta, at tey smáu vælferðarsamfeløgini í norðri eru sera einsháttaði, eisini tá ið ræður um viðferðina av málsligum minnilutum, men tey frávikini, sum eru, geva møguleika fyri mongum ymiskum altjóða samanberingum – íroknað afrikonsk og asiatisk lond, har frálæruroyndir verða framdar, sum granskingarliga eru meira framkomnar enn líknandi evropeiskar og norðuramerikanskar royndir.
 
Ráðstevnumálini eru danskt, norskt og svenskt umframt enskt. Fyrilestrar kunnu haldast á hesum 4 málunum umframt á føroyskum. Samandráttir skulu skrivast bæði á einum skandinaviskum máli og á enskum. Ongin tulking verður á ráðstevnuni. 
 
Les meira um plenumfyrilesarar, um ymsu temaini, um krøv til fyrilestrarnar v.m. í innbjóðingini frá Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning