Skriva út
Lagt út: 14.01.2011

Innbjóðing: ESF workshop um almannakunngerðing av gransking


European Science Foundation (ESF) bjóðar yngri granskarum innan hugvísindi at luttaka í eini workshop á National University Ireland í Maynooth uttan fyri Dublin í døgunum 9. – 11. Juni.

Evnið er ‘Changing Publication Cultures in the Humanities’ við serligum denti á m.a. Open Access og nýggjar miðlar. Millum tey áhugaðu verða 20 yngri granskarar útvaldir til at luttaka í kjaki um møguleikar og avbjóðingar við nýggju møguleikunum at almannakunngera innan hugvísindi.

Les meir á heimasíðuni hjá ESF