Vitanarfrodu Hovd
Skriva út
Lagt út: 26.11.2024

Innbjóðing: Ársins Vitanarfróðu 2025

Vit bjóða øllum næmingum at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Freistin at senda tilfar inn til kappingina 2025 er 15. mai 2025. 

Soleiðis gera tit

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana við telduposti.

Kappingin er serliga ætlað 4. - 7. flokki, men onnur áhugað eru eisini vælkomin at luttaka.

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum, eisini við at arbeiða tvørfakligt.

Ársins Vitanarfróðu er ein kapping, men tit kunnu sjálvandi og vónandi eisini, arbeiða líka sum tey Vitanarfróðu árið runt, tí hesin kanningarhátturin er bæði góður, stuttligur og forvitnisligur at brúka á læruleiðini í skúlunum.

Leistur til frágreiðingina

Tit mugu nýta hetta skjalið til frágreiðingina. Ein lærari má standa á sum kontaktfólk. Minnist til at fylla allar teigarnar út. 

Faldari og plakat við vegleiðing sæst niðast á hesi síðuni

Takið endiliga myndir, sum vísa, hvussu tit hava arbeitt, og at tit hava havt tað stuttligt. Setið fleiri myndir í frágreiðingina. Minnist til, at myndir krevja samtykki. Tit skulu tí hava loyvi til at brúka myndir av fólki og tit mugu eisini biðja um skrivligt loyvi, um tit brúka myndir, sum onnur hava tikið. 

Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera, men tað er týdningarmikið, at øll stigini í arbeiðsgongdini verða lýst. 

Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 3.000 kr., og heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu.

Meting av frágreiðingum

Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur.