Skriva út
Lagt út: 25.03.2021

Ingi Heinesen Højsted vart ph.d. við DPU

Mikudagin 24. mars vardi Ingi Heinesen Højsted, adjunktur á Námsvísindadeildini, ph.d.-ritgerð í støddfrøði.

Verjan fór fram umvegis netið.

Ritgerðin snýr seg um møguleikar og vansar við dynamiskum geometri-forritum í undirvísing í støddfrøði. Hetta hevur hann kannað í sambandi við at stimbra førleikamenning hjá næmingum, tá tað ræður um skilvísa hugsan, argumentatión og próvførslu.

Ingi Heinesen Højsted hevur verið innskrivaður á DPU við Uffe Jankvist, professara, sum høvuðsvegleiðara. Hjávegleiðarar hava verið Charlotte Krog Skott, dosentur á Københavns Professionshøjskole, og Morten Misfeldt, professari á Institut for Naturfagenes Didaktik Københavns Universitet.

Í metingarnevndini vóru:
Jana Trgalova, lektari á Ecole Supérieure du Professorat et de l’Education, Claude Bernard University Lyon
Anna Baccaglini-Frank, lektari á Department of Mathematics, University of Pisa
Morten Blomhøj, professari og leiðari á Nationalt Center for Udvikling af Matematikundervisning , Aarhus Universitet, formaður

Um ritgerðina
Ritgerðin eitur, "Toward marvels in dynamic geometry teaching and learning: Developing guidelines for the design of didactic sequences that exploit potentials of dynamic geometry to foster students’ development of mathematical reasoning competency".

Í ritgerðini verður dentur lagdur á fýra møguleikar við dynamiskum geometriforritum (so sum GeoGebra), sum ikki eru, tá blýantur og pappír eru amboðini:
1. Draging - hetta er møguleikin at draga í og broyta geometrisk skap, meðan ávísir eginleikar varðveitast.
2. Afturboðan - at forritið mótmælir, tá okkurt verður gjørt, sum ikki samsvarar við geometriskt ástøði.
3. Máting - hetta er møguleikin at máta skap og broyta tey, meðan mátingarnar alt fyri eitt verða dagførdar.
4. Slóða - at síggja slóðina, ið geometrisk skap gera, tá tey verða drigin.

Ingi Heinesen Højsted vísir á ein vansa, sum kann vera. Hetta er, tá dynamisk geometri-forrit kunnu gerast ein myndugleiki, og at næmingar hava trupult við at skilja týdningin av at skula prógva teir geometrisku samanhangirnar, sum tey hava upplivað við forritinum.

Ph.d. ritgerðin lýsir, við støði í einari spurnakanning, hvussu og um møguleikarnir við dynamiskum geometri-forritum verða nýttir í fólkaskúlanum í Danmark nú.

Víst verður á, at forritini verða nógv brúkt, serliga GeoGebra, men at teir nýggju møguleikarnir verða lítið brúktir. Tað eru tær somu uppgávurnar, sum fyrr vórðu loystar við blýanti og pappíri, sum nú verða loystar í GeoGebra.

Leiðreglur vórðu mentar, ið lýsa, hvussu undirvísing kann skipast, soleiðis at møguleikarnir, ið dynamisk geometri-forrit hava, verða gagnnýttir, og bilbukt kann fáast við vansarnar. Hesar leiðureglur vórðu fyrst mentar ástøðiliga, og síðani við støði í dáta, ið var savnað inn í ymiskum donskum fólkaskúlum.

Kelda og mynd: Setur.fo

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.