Skriva út
Lagt út: 26.09.2018

Ímillum fupp og fakta

Tað finnast ongir sannleikar – bara tulkingar. Soleiðis segði týski heimspekingurin, Friedrich Nietzsche, langt áðrenn tað gjørdist modernað at tosa um fake news, tað post-faktuella samfelagið og ekkorúm í cyberspace. Menniskju hava altíð verið ósamd, og demokratiið snýr seg júst um at liva saman í friði og náðum, hóast vit eru ósamd um lívsins stóru og smáu spurningar. Tú hevur tíni virðir – og eg havi míni. Tú hevur tíni sjónarmið – og eg havi míni. Hinvegin byggir øll okkara útbúgvingarskipan á ta fatan, at vísindi og gransking slóða fyri nýggjari vitan, sum gevur okkum eitt felags grundarlag at standa á. Men er øll vísindi ikki svikalig? Hví skulu vit hava álit á gransking, tá granskarar eisini eru ófullkomin menniskju, sum mangan hava mistikið seg? Finst nakar objektivur sannleiki? Finnast nøkur fakta, sum øll rætthugsandi menniskju eiga at góðtaka?

Fríggjadagin kl. 15.00 fara tveir granskarar á Fróðskaparsetri Føroya, Magni Mohr og Heini í Skorini, at skifta orð um vitan og vísindi í Føroyum anno 2018. Rógvi Olavson, journalistur, fer at halda teir til eldin og prika teir eitt sindur.

Hetta tiltakið er partur av Vísindavøkuni 2018, sum verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 28. september.

Tiltakið byrjar kl. 15 við móttøku við øli og sodavatni frá Føroya Bjór og Ocean Spaghetti frá TARI – Faroe Seaweed.

Síðani verður samrøðan millum Magna Mohr og Heina í Skorini á skránni.

Aftaná hetta verður handan av ársins Miðlaheiðursløn fyri almenna miðling av gransking. Ein dómsnevnd hevur viðgjørt innkomnu uppskotini og mett um, hvør skal hava heiðurin í ár. Saman við heiðursbrævi fær móttakarin 5.000 kr.