Íløgur í gransking og menning eru lækkaðar
Føroyskir stovnar og fyritøkur brúktu í 2023 tilsamans 367 milliónir kr. til gransking og menning. Tað svaraði til 1,4 prosent av BTÚ og er sostatt 0,3 prosentstig minni samanborið við árið fyri, tá granskað og ment varð fyri 1,7 prosent av BTÚ.
Árlig sveiggj eru í útreiðslunum til gransking og menning, tí økið ofta er myndað av stórum verkætlanum hjá fáum stovnum og fyritøkum. BTÚ er vaksið 6,7% sama tíðarskeið, sum eisini hevur ávirkan á gongdina.
Lægst íløgur í Norðurlondum
Íløgurnar í gransking og menning í Føroyum í 2023 vóru lægri enn í hinum Norðurlondunum. Í Noregi vóru útreiðslurnar 1,6 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,6 prosent, í Danmark 2,9 prosent, í Finnlandi 3,0 prosent og í Svøríki 3,5 prosent.
Tilsamans 252 ársverk vóru í 2023, sum granskaðu og mentu. 57 prosent av granskarunum vóru menn, 43 prosent kvinnur.
Les meira her.