cff7b8123576bcf829891b1eb76e2875.jpg
Skriva út
Lagt út: 30.10.2009

Ílegurnar hjá toski kortlagdar


Norðmenn hava, sum teir fyrstu í heiminum, kortlagt samlaðu ílegurnar hjá toski. Tað skrivar forskning.no í dag. Æruna av hesum hevur toskastovnurin úr Lofoten fingið.

Norsku granskararnir hava arbeitt við hesum síðani fyrst í hesum árinum. Longu í mars var størsti parturin av ílegunum kortlagdar, men nógv arbeiði er farið til at fínpussa nógvu informatiónina.

Norðmenn hava vitað um onnur, sum eisini hava arbeitt við at kortleggja ílegurnar hjá toski, og hava tí kent eina ávísa kapping í at vera fyrst á mál við hesum.

Tað er eitt granskarartoymi undir leiðslu av Kjetill S. Jakobsen, á lívfrøðideildini á Universitetinum í Olsu, sum hevur staðið á odda fyri arbeiðinum, ið hevur fevnt um samstarv við fleiri aðrar granskingarstovnar í Noregi.

Undir arbeiðinum gjørdust granskararnir eitt sindur ovfarnir av, at toskurin hevur eitt serstakt immunskipan, í mun til aðrar djórabólkar hvørs ílegur eru kortlagdar.

Granskararnir hava kortlagt umleið 25000 ílegur hjá Lofoten toskinum. Nakað av óvissu er knýtt at hesum talinum, og tí er neyðugt við nærri kanningum.

Toskurin úr Lofoten er partur av eini størri toskafamilju – eitt nú toski av Føroya Banka og úr Barentshavinum. Við kortlegginini av Lofoten toskinum er tí ikki komið á mál við øllum toskasstovnunum, men kortleggingin av Lofoten toskinum kann lætta um arbeiðið við øðrum toskasstovnum.

Les alla søguna her

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum