Skriva út
Lagt út: 02.08.2016

Ílegur hava ávirkan á, hvussu toskayngul kemur undan

Fiskaaling hevur í summar fingið vísindaliga grein um kanningar av toskayngli í altjóða vísindatíðarrit. Greinin hevur heitið: "Differential survival among batches of Atlantic cod (Gadus morhua L.) from fertilisation through to post-metamorphosis” almannakunngjørda í vísindatíðarritinum "PLOS One”.

Petra E. Petersen er fyrstihøvundur. Hon hevur skrivað greinina saman við David J. Penman og John B. Taggart, ið starvast á University of Stirling í Skotlandi, Geir Dahle, sum er á Havforskningsinstituttet í Noregi og Øystein Patursson, ið eisini starvast á Fiskaaling.

Tað hevur víst seg at vera trupult at fáa lønsemi í aling av toski og øðrum fiskasløgum. Ein av stóru avbjóðingunum er fellið í ynglinum. Viðhvørt er fellið rættuliga stórt, og til aðrar tíðir gongur betur, men orsøkirnar til sveiggini eru ókend. Í greinini verður greitt frá gýtiroyndum við bankatoski, sum vórðu gjørdar á sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, har fylgt varð neyvt við javngomlum avkomi undan átta rognafiskum.

Í miðal vórðu 69% av rognunum klakt, og vístu kanningarnar, at støddin á rognakornunum hevur týdning fyri at yvirliva hetta alra fyrsta umleið 14 daga langa tíðarskeiðið. Næsta stigið í royndini var at taka eins nógv rogn undan hvørjum fiski, og lata tey út í trý kør, soleiðis at líka nógv rogn frá hvørjum av teimum átta fiskunum vóru í hvørjum kari. Tá royndin endaði, vórðu ílegukanningar gjørdar fyri at vita, hvørjum rognafiski tey yvirlivandi ynglini vóru undan. Í øllum trimum kørunum var úrslitið, at 90% av avkomunum var undan bert trimum rognafiskum, meðan hinir fimm lítið og einki avkom høvdu, sum yvirlivdi til vaksna yngul stødd. At úrslitini eru eins í øllum trimum kørunum, bendir á, at ávirkan av umhvørvinum ikki hevur ávirkan.

Hóast tað kunnu vera fleiri orsøkir til úrslitini, geva hesar royndirnar, saman við øðrum kanningum, ábendingar um, at yvirliving hjá toskayngli er tengt at íleguslagnum. Við øðrum orðum, so bendir hetta á, at tað ikki bara er talið á rognafiskum, men eisini slagið, sum er avgerandi fyri hvussu nógv kemur undan einum árgangi, og er hetta við til at økja um sveiggini í stovnsstøddum bæði hjá aldum og villum fiski.

Arbeiðið handan greinina er partur av ph.d.-ritgerðini, sum Petra E. Petersen vardi við University of Stirling í januar 2015. Verkætlanin er fíggjað av Fiskaaling,Granskingargrunninum og Scottish Funding Council.

Greinin kann lesast her:

Les um Petru E. Petersen í Heilagrunninum

Mynd: hav.fo