Skriva út
Lagt út: 17.02.2011

Ílegufrábrigdi minkar um vandan fyri krabbameini

Granskarar hava funnið eitt nýtt frábrigdi av íleguni MDM2, sum verjir ímóti krabbameini í bróstinum og eggjastokkunum.Tað, sum er áhugavert við hesum er, at hetta frábrigdið bert er at finna hjá kavkasum.

– Vit hava funnið eitt frábrigdi av íleguni MDM2, ið minkar um vandan við krabbameini í eggjastokkunum við heili 35 prosentum og bróstkrabba við 20 prosentum.

– Okkara kanningar vísa, at hetta serliga ílegufrábrigdið bert er at finna hjá kavkasum, sum er etniskur fólkabólkur úr norður- og vestur evropa, sigur Stian Knappskog, granskari á Universitetinum í Bergen.

– Granskingin vísir, at átta prosent av fólkum av kavkasiskum uppruna, bera hetta frábrigdið av íleguni MDM2. Hetta er fyrstu ferð, at eitt ílegufrábrigdi er funnið, sum minkar um krabbameinsvandan, og sum bert er hjá einum fólkabólki, sigur Per Eystein Lønning, granskari.

Í 2004 funnu amerikanskir granskarar eitt frábrigdi av íleguni MDM2, sum økti um vandan fyri krabbameinssjúkum hjá fleiri fólkabólkum. Bert fólk, ið frammanundan hava hetta upprunaliga frábrigdið hjá íleguni MDM2, kunnu hava tað nýggja frábrigdið, ið norsku granskarnir hava funnið.

– Hetta nýggja frábrigdið nevtraliserar ikki bara tær óhepnu ávirkaninar hjá fyrra frábrigdinum, men gevur ístaðin eina jaliga ávirkan, sigur Per Eystein Lønning.

Stýrir proteinum

Felags fyri allar krabbameinssjúkur er, at tær byrja við óbalansu í kyknubýtinum. Meðan nakrar ílegur økja um vandan fyri krabbameini kunnu aðrar ílegur minka um vandan fyri krabbameini.
Ílegurnar stýra proteinframleiðsluni í kroppinum og proteinirnar hava avgerandi týdning fyri kynknubýtið.

Proteinið, sum MDM2 framleiðir, hevur stóran týdning, tí tað forðar funksjónini til eitt annað týðandi protein, P53, og økir við hesum vandan fyri ónormalum kyknubýti og krabbameini. Frábrigdið, sum teir norsku granskararnir hava funnið, framleiðir lítlar mongdir av MDM2 proteininum. Hetta merkir, at P53 virkar sum tað skal og tí verður kýnknýtið óávirkað.

Les alla greinina her: http://www.forskning.no/artikler/2011/februar/279242