Skriva út
Lagt út: 12.01.2012

Ida-fossilið møguliga ein lemurur

Hevur fossilið eina klógv á fremstu táini, er tað so ein apa ella ein lemurur? Eitt nýfunnið primatfossil sáar iva um pussiklónna og kann merkja, at kenda Ida-fossilið er ein lemurur. Jørn Hurum er tó ikki sannførdur.

Pussiklógvin er ein serlig klógv, sum lemurar hava á táini, sum er næst stórutáini. Millum teirra sum granska í útdeyðum apum og lemurum er pussiklógvin avgerandi, tá ið skiljast skal ímillum hesi djórasløg.

Er uttasta tábeini á fossilinum spískt, so er sannlíkindini fyri, at hetta er ein lemurur. Finnur man harafturímóti eitt slætt tábein, so er hetta eitt prógv um, at fossilið hevur havt negl, og so er tað ein apa.

Nú vísir nýggj gransking av primatfossilinum Notharctus tenebrosus, at hetta djórið hevur eginleikar, ið bæði kunnu benda á negl og pussiklógv. Restin av anatomiini hjá Notharctus gevur ábendingar um lemur.

Tí halda granskarnir handan kanningina, at niðurstøðan um Ida-fossilið, ið staðfestir, at hon er ein apa, tí hon ikki hevði pussiklógv, er skeiv. At Ida ikki hevur pussiklógv merkir ikki at hon ikki er lemurur, halda teir.

Sambært Jørn Hurum, fornverufrøðingi, so er tað ikki so einfalt:

-Nógv nýggj gransking um pussiklør er komin fram síðani vit løgdu Idu fram, og bæði hendan granskingarverkætlanin og aðrar, vísa at tað ikki er so einfalt, sum vit higartil hava hildið,” sigur hann.

Á vísindavøkuni 2011 høvdu vit vitjan av sjálvum Jørn H. Hurum, fornverufrøðingi. Har greiddi hann frá um fossilið Ida og hvussu týdningarmikið tað er at miðla tína gransking.

Les hvussu Jørn J. Hurum  miðlar sína gransking, nú ivi verður sáddur um Ida-fossilið her Forskning.no