ICT Proposers' Day 2011
Tín møguleiki at møta europeiskari KST gransking og menning .
 
 ICT Proposers' Day 2011 er skipað annað hvørt ár av Information Society and Media Directorate-General í europa kommissiónini, sum arbeiðir við at stuðla undir gransking og menning innan KST. 
 
 Tiltakið verður hildið í Budapest í sambandi við at Ungarn hevur ES formannskapin. Tiltakið verður í døgunum 19. til 20. mai 2011.
 
 Á skránni er m.a. framløgur um tey ymisku evnini sum verða lýst leys at søkja í 2011-2012 og sum eru í arbeiðisætlanini fyri hetta tíðarskeiðið. 
 
 Góðir møguleikar verða at netverka á tiltakinum og møguliga finna samstarvsfelagar og harvið skapa ein verkætlanarbók, sum kann arbeiða fram ímóti at lata eina umsókn inn í 8. og 9. útboðnum í KST skipanini í FP7.
 
 Neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi 13. mai her 
 
 Les meir her
 
 Youtube filmstubbi frá síðsta ICT Proposers’ Day
