Skriva út
Lagt út: 10.11.2020

Í dag er alheims vísindadagur

Árliga Vísindavøkan er farin aftur um bak, men enn er fokus á vísindi í samfelagnum.

Sameindu Tjóðir heiðra vísindini við árliga "World Science Day" 10. november.

Dagurin verður nýttur til at seta sjóneykuna á týðandi leiklutin, sum vísindi hava í samfelagnum. Víst verður á, hvussu viðkomandi tað er, at samfelagið luttekur í granskingini, at fólk verða kunnað um úrslit og skilja leiklutin hjá granskarum í samfelagnum.

ST sigur m.a. ætlanina við degnum vera, at almenna tilvitskan um leiklutin, sum vísindi hava fyri samfeløgini, skal styrkjast, og at vit skulu virka fyri sama grundvølli í millumtjóða gransking.

Sjóneykan verður í ár sett á alheims farsóttina og fer World Science Day at snúgva seg um: “Science for and with Society in dealing with the global pandemic.”

Les meira um World Science Day her