Skriva út
Lagt út: 26.01.2011

Í 2011 verða 40 milliónir evrur tøkar til nýggjar granskarar í Evropa


40 milliónir evrur verða tøkar at søkja til granskarar, sum byrja sítt fyrsta fulltíðar granskingarstarv á einum evropiskum stovni í 2011


“Career Integration” puljan verður latin gjøgnum Marie Curie verkætlanina hjá ES. Endamálið við verkætlanini er at eggja evropiskum granskarum at venda aftur til Evropa, og at draga teir fremstu granskararnar úr øðrum tjóðum til at starvast á evropiskum universitetum, virkjum og øðrum stovnum.

" Vilja vit menna vísind og festa nýhugsan í Evropa, so mugu vit tryggja okkum, at evropiskir granskarar vilja starvast í Evropa. Vit mugu eisini draga tey evnaríku frá øðrum londum til Evropa,” sigur Androulla Vassiliou, evropiski embætismaður, sum varir av útbúgving og Marie Curie verkætlanini.

Hvør kann søkja?
Fyri at røkka ásettu málunum hjá Marie Curie verkætlanini, so skal Evropa draga at sær granskarar í heimsklassa, sum eru førir fyri at taka ímóti verandi og framtíðar avbjóðingum.
ES bindir seg til at hugvekja, tilelva, útbúgva og endurútbúgva dugnaligar og evnaríkar granskarar.

Granskarar úr øllum londum kunnu søkja um stuðul úr Marie Curie skipanini. Verkætlanin skulu vera á post.doc støði og tað eru ongar avmarkingar til granskingarøkir.
Freistin at søkja er 8. mars 2011. Ein óheft nevnd, sum er skipað við evropiskum og altjóða serfrøðingum, metir um og velur teir bestu granskararnar, sum fáa tillutað stuðul.

Les meira her:
Marie Curie kunning býtt á lond
Marie Curie Actions
Kunningarsíða um “Career Integration Grants”