Hvussu kunnu vit læra av Kypros í Horizon 2020
Tann 3. juli kl. 9 verður kunningarfundur í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, har Pierantonios Papazoglou fer at greiða frá góðu úrslitunum hjá Kypros í Horizon 2020.
Pierantonios starvast hjá Cypros Institute, sum nýliga hevur fingið játtan úr Horizon 2020 til eitt Centre of Excellence, sum eitur: EMME – CARE (Eastern Mediterranean and Middle East – Climate and Atmosphere Research Centre). Stuðulin er fingið gjøgnum skránna: Spreading Excellence and Widening Participation.
Pierantonios fer at greiða frá, hvussu Cypros Institute fer at samstarva við leiðandi stovnar í Evropa, sum saman miðja eftir at byggja upp ein stovn við serfrøði innan veðurlag og umhvørvi.
Hann fer eisini at greiða frá sjálvari skránni, sum er partur í Horizon 2020 og ætlað stovnum í londum sum Kypros og Føroyum, sum enn ikki eru á sama støði, sum leiðandi stovnarnir í Evropa.
At føroyskir stovnar og granskingar- og menningarumhvørvið her kunnu avrika meira í samstarvi við onnur er eyðsýnt. Samstarv í longri tíðarskeið tvørturum landamørk styrkir evropeiska granskingar- og meningarumhvørvið, sum Føroyar eru partur av, - og skapar framburð, nýggja vitan, størv og framleiðslu.
Fundarmálið er enskt.
Øll eru vælkomin.