Skriva út
Lagt út: 26.09.2019

Hvør er nyttan av proteinískoyti beint eftir dystir í liðítróttum?

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við øðrum evropeiskum granskarum skrivað nýggja yvirlitsgrein. Greinin, sum ber heitið, Protein-Based Supplementation to Enhance Recovery in Team Sports: What is the Evidence?” er eitt skipað yvirlitsgrein (systematic review) av kanningum um kostískoyti av proteini. Greinin er júst almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Sport Science and Medicine.

Kanningin vísir í høvuðsheitum, at proteinískoyti í kostinum sær út til at stimbra hvíldarprosessina (recovery) í vøddakyknuni og minkar um mongdina av mikroskaðum í kyknunum eftir dystir í liðítróttum. Proteinískoyti minkar eisini um almennu brunastøðuna (inflammatión) í kroppinum eftir dystir. Tó er ikki nóg sterk próvførsla fyri, at eyka protein í kostinum hevur jaliga ávirkan á kropslig avrik ella vøddafunktiónina dagarnar eftir dystir í liðítróttum.

Magni Mohr sigur, at skipaðar yvirlitsgreinar og metaanalysugreinar hava alstóran týdning fyri at vita, hvussu sterk vísindalig próvførsla er fyri einum ávísum spurdómi. ”Tú kanst altíð finna einstakar kanningar frá einstøkum granskartoymum, sum vísa á úrslit, ið peika ein veg, men tað er ikki fyrr enn, at tú samlar alt putlispælið í vísindaligu bókmentunum, at tú veruliga veist, hvussu mest sannlíka niðurstøðan er.“

”Kostískoytisídnaðurin er sera sterkur um allan heimin, og bara í USA er marknaðurin fyri proteinískoyti fyri ítróttarfólk í liðítróttum verdur umleið 35 milliardir føroyskar krónur. Tí er tað umráðandi at gera óheftar vísindaligar kanningar um hetta kostískoytið í veruleikanum riggar”, sigur Magni Mohr, professari, at enda.

Greinin kann lesast her