Samgonguskjal ABC 2026 Yvirskrift
Skriva út
Lagt út: 09.04.2026

Hvat sigur ABC-samgongan um gransking, menning og nýskapan

Samgonguskjalið hjá nýggju ABC-samgonguni varð lagt fram í morgun.

Undir yvirskriftini Ábyrgd, støðufesti og breiðar semjur hava Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sett út í kortið fyri komandi valskeiðið.

Vit í Granskingarráðnum hava hugt at, hvat 11 síðu langa skjalið sigur um gransking, menning og nýskapan og um Fróðskaparsetrið og kampusverkætlanina. Hetta er nakað tað sama, sum vit hugdu at í valskráunum hjá flokkunum undan valinum.

Samgonguskjalið er sett upp við yvirskiftum. Niðanfyri endurgeva vit tey brot, sum snúgva seg um gransking, menning og nýskapan og um Fróðskaparsetrið og kampusverkætlanina.

Vinna

Komandi fýra árini eiga vit at seta okkum greið mál: at skapa betri karmar fyri vøkstri, nýskapan og kappingarføri í øllum vinnum okkara, eitt nú við íblástri úr Vakstrarforum.
og
Smærri fyritøkur skulu hava góðar karmar at virka undir, eitt nú lættari umsiting, skjótari málsviðgerð, betri atgongd til fígging og stuðul til íverksetan, nýskapan og gransking.

Heilsumál 

Vit skulu styrkja upplýsing, viðgerð og gransking av kvinnusjúkum. 

Hægri útbúgving 

Kampusverkætlanin skal halda fram.
og
Vit skulu gera eina heildarætlan fyri starvsfólkatørvin á arbeiðsmarknaðinum, sum síðani verður brúktur til at laga útbúgvingartilboð eftir.  
og
Vit skulu skipa fleiri fjarlestrartilboð um landið. Eisini skulu vit halda fram við tilgongdini við Erasmus+. 
og
Gransking skal styrkjast og samskipast í samstarvi við vinnu og granskingareindir. 
og
Almennur stuðul til gransking, menning og nýskapan eigur at hækkast so líðandi. 

Alt samgongurskjalið kann lesast her 

Broyting í aðalráðnum fyri gransking 

Seinasta valskeið lógu granskingarmál og harvið Granskingarráðið undir Barna- og útbúgvingarmálaráðum. Hóast tað ikki er alment staðfest enn, er alt, sum bendir á, at okkara aðalráð fer at venda aftur til at eita Undirvísingar- og mentamálaráðið og fevna um somu øki sum í valskeiðum áðrenn seinasta skeiðið.