Valskrair 2026
Skriva út
Lagt út: 16.03.2026

Hvat siga valskráirnar 2026 um gransking, menning og nýskapan

Politisku flokkarnir hava allir lagt fram sínar valskráir til løgtingsvalið 26. mars og í onkrum føri fólkatingsvalið 24. mars.  

Vit í Granskingarráðnum hava við spenningi kagað í hesar skráir fyri at síggja, hvørjar visjónir flokkarnir hava fyri okkara virkisøki og hvat kann hugsast at verða sett á breddan frameftir.

Vit hava í fyrsta umfari talt, hvussu ofta orðini gransking, menning, nýskapan, útbúgving og Fróðskaparsetrið verða nevnd í valskráunum.

Niðanfyri hava vit gjørt eitt yvirlit, har vit hava tikið orðingarnar við, har gransking, menning ella nýskapan eru nevnd.

Týsdagin 17. mars frá kl. 16.00 til 18.00 fer eisini at bera til at hoyra, hvørja støðu flokkarnir hava til hesi evni. Tá skipa Meginfelag Føroyskra Studenta, Ráð teirra lesandi á Setrinum og Fróðskaparsetrið fyri valfundi við umboðum fyri allar politiskar flokkar. Heitið á fundinum er: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

Valskráir hjá uppstillaðu flokkunum 2026
Gjørt verður vart við, at tað er stórur munur á, hvussu langar valskráirnar eru, og at onkur valskrá fevnir um bæði løgtings- og fólkatingsval, meðan hinar eru fyri løgtingsvalið burturav. 

Vit hava bert talt orðið menning við, tá tað lýkur skilmarkingina hjá OECD í samanhanginum gransking & menning  

A – Fólkaflokkurin – Valskráin til Løgtingið – 16 síður

Gransking 3
Menning 4
Nýskapan 0
Útbúgving 8
Fróðskaparsetrið 2

”Alt tilfeingið í føroyskum sjóøki skal gagnnýtast, og størri dentur skal leggjast á virðisøking, gransking og menning í fiskivinnuni.”

”Taka burtur forðingar fyri tøkniligari menning, so fleiri veiðihættir kunnu brúkast, eitt nú trol.”

”Vit skulu menna karmar fyri fleiri fjølbroyttum møguleikum innan fyri aling og styrkja gransking og útbúgving á økinum. ”

”Føroyar skulu gerast fyrimynd við grønum loysnum –hettar bæði við at gera íløgur í menning og gransking av varandi orkukeldum.”

”Vit skulu stuðla uppundir, at føroyska málið verður á øllum pallum í tøkniligu menningini.”

B – Sambandsflokkurin – Valskráin til Løgtingið og Fólkatingið – 7 síður
Gransking 5
Menning 0     
Nýskapan 2
Útbúgving 7
Fróðskaparsetrið 0

”Sambandsflokkurin vil eggja føroyskum íløgum og nýskapan, so at føroyska vinnan framhaldandi kann skapa virði og arbeiðspláss.”

”Styrktan íverksetaragrunn og nýskapan í vinnuni”

”Mentan, vitan og útbúgving eru lykilin til framtíðina. Frá fólkaskúlanum til hægri útbúgving og gransking skulu Føroyar byggja sterkar førleikar.”

”Stuðla føroyskari gransking”

”Gagnnýta stórrakstrarfyrimunir, sum tryggja heilsuverkið, gransking, útbúgving og fígging til Suðuroyartunnilin”

”41 mió. kr til havgransking”

”15 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking”

C – Javnaðarflokkurin – Valskráin til Løgtingið og Fólkatingið – 28 síður
Gransking 0
Menning 1     
Nýskapan 2
Útbúgving 6
Fróðskaparsetrið 0

”Vit vilja arbeiða fyri betri marknaðaratgongd og sterkari kørmum fyri nýskapan, so føroyskar fyritøkur kunnu vaksa og skapa arbeiðspláss.”

”Vit vilja seta meira ferð á burðardygga matvøruframleiðslu og virðisøking. Ein matvørudepil skal samskipa menningina og nýskapanina innan føroyska matvøruframleiðslu.”

D – Sjálvstýrisflokkurin – Valskráin til Løgtingið – 4 síður
Gransking 0
Menning 0     
Nýskapan 0
Útbúgving 3
Fróðskaparsetrið 0

E – Tjóðveldi – Valskráin til Løgtingið – 2 síður
Gransking 0
Menning 0
Nýskapan 0
Útbúgving 1
Fróðskaparsetrið

F – Framsókn – Valskráin til Løgtingið – 2 síður
Gransking 0
Menning 0
Nýskapan 0
Útbúgving 3
Fróðskaparsetrið 0

H – Miðflokkurin – Valskráin til Løgtingið og Fólkatingið – 6 síður
Gransking 2
Menning 0
Nýskapan 0
Útbúgving 4
Fróðskaparsetrið 0

“Tættari samstarv má skipast millum granskingarstovnar, so vit byggja upp eitt kraftmikið og framsøkið granskingarumhvørvi.”


Kunning og tilmæli til politisku skipanina
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er sett sambært løgtingslóg at ráðgeva um gransking, menning og nýskapan. Hetta ger Ráðið millum annað í ársfrágreiðingum við støðulýsing, metingum og tilmælum.

Í nýggjastu ársfrágreiðingin, sum kom út í desembur 2025 hevði Ráðið 8 tilmæli. Hesi vórðu  umrødd við umboð fyri allar flokkar á fundi í januar mánaði.

Tilmælini og ársfrágreiðingin kunnu lesast her


GG: Vinarliga boðið okkum frá, um tað er okkurt, sum er komið skeivt fyri í mun til valskráirnar.