Skriva út
Lagt út: 12.07.2017

Hvat halda føroyingar um føroysku náttúruna og landslagið

Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn eru farin undir eina kanning, fyri at fáa vitan um, hvat tann meinigi føroyingurin heldur um tey ymisku náttúruvirðini í føroyska landslagnum og framtíðar menning av landinum.

Heitt verður á allar føroyingar, um at luttaka í kanningini, sum verður gjørd á heimasíðuni: landslagskanning.fo

Tað tekur einans einar 15 minuttir at svara teimum 5 spurningunum, sum eru í kanningini. Øll tey innkomnu svarini verða viðgjørd í trúnaði.

Tú kanst lesa meira um kanningin á heimasíðuni hjá Setrinum her

Tú kanst eisini lurta eftir innslagnum, sum var í sendingini “Summarmorgun” 3. juli her

Kelda: setur.fo