Skriva út
Lagt út: 08.07.2014

Hvat er myrkrið á himmalhválvinum?

Tá ið vit hyggja uppá himmalhválvið, síggja vit, at nógv stórsti parturin av alheiminum er myrkur. Men vitanin um myrkrið er ógvuliga avmarkað.

Nú verður lagt nógv fyri at svara spurninginum um myrkrið. Niðurlendsk stjørnukanningarstøð hevur funnið óbeinleiðis prógv, sum kann verða við til at svara spurninginum. Og ESA (European Space Agency) er við at menna eina rúmdarsondu, sum skal royna at máta myrku orkuna.

Spurningar um myrku orkuna vóru á fyrsta sinni settir av granskarum fyri umleið 80 árum síðan. Tá var komið fram til, at stjørnubreytirnar spunnu so skjótt runt, at sentrifugalorkan átti at rivið tær sundur við tyngdarmegini, sum tá var sjónlig inni í breytunum. Granskarar mettu longu tá, at talan mátti vera um aðra myrka megi, sum bindur stjørnubreytirnar saman. Spurningurin er tó ikki svaraður enn.

Fyri at styrkja støðuna hjá Evropa í sambandi við rúmdargransking, hevur ES veitt stuðul til verkætlan, sum skal venja meira enn 200 granskarar, sum skulu vera við til at loysa gátuna um myrkrið. Talan er um verkætlanina “Invisibles”, sum er stuðlað gjøgnum Marie Curie, Innovative Training Networks (ITN).

Í “Invisibles” verkætlanini verður roynt at finna svar og at venja næsta ættarlið av granskarum.  Upplýsingar frá eitt nú fylgisveininum “Planck” verða nýttar, og ætlanin er at senda fylgisveinin “EUCLID” upp í 2020, sum eisini fer at geva granskarum nýggja vitan um myrku orkuna.

Verkætlanin hevur sum høvuðsmál at skilja gátuna um myrkrið í alheiminum. Samskiparin av verkætlanini Prof. Gavela, sigur, at vísindaligu spurningarnir, sum tey royna at svara, eru kjarnin í leitanini hjá menniskjanum eftir náttúrunnar uppruna.

Við stuðli úr FP7 er sjøtul settur á stórar verkætlanir, sum hava leitt Evropa á nýggjar leiðir, tá tað snýr seg um gransking og nýskapan, og sum fara at seta kósina fyri menningini í Evropa í framtíðini.   

Til ber at lesa meira á: Horizon-magazin.eu