Skriva út
Lagt út: 21.09.2019

Hvat er haturstala?

Amerikanska forlagið University of Pennsylvania Press hevur júst givið út nýggja bók, sum snýr seg um mannarættindi í muslimska heiminum. Bókin ber heitið ”The Organization of Islamic Cooperation and Human Rights”, har trettan ymiskir høvundar úr øllum heiminum viðgera avbjóðingar í mun til mannarættindi í muslimska heiminum. Evnini eru m.a. talufrælsi, trúarfrælsi, javnstøða, barnarættindi, flóttafólk, fundamentalisma og menningarhjálp. Bókin er liður í røðini “Pennsylvania Studies in Human Rights”, og ritstjórar eru Turan Kayaoglu, professari á Washington University, og Marie Juul Petersen, granskari á Institut for Menneskerettigheder í Keypmannahavn.

Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað eitt kapittul í bókini, sum snýr seg um talufrælsi, haturstalu og religiøsan sensur. Greinin ber heitið “The OIC and Freedom of Expression: Justifying Religious Censorship Norms with Human Rights Language”. Greinin viðger flótandi markið ímillum blasfemi og haturstalu. Og greinin kannar, hvussu ávís lond í muslimska heiminum brúka hugtakið “haturstala” til at útinna religiøsan sensur og undirgrava rættin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti. Hóast forboð ímóti haturstalu er staðfest í altjóða lóg og nationalari lóg í flestu londum í vesturheiminum, so kann hugtakið eisini misnýtast til at fremja umfatandi sensur.

Sí fleiri upplýsingar um bókina og ummæli her