Skriva út
Lagt út: 20.10.2011

Hoyring um satsingsøki fyri gransking

Granskingarráðið hevur í dag sent innbjóðing út til eina røð av fólki um at koma við teirra boði uppá, hvørji satsingøkini fyri gransking skulu vera komandi árini.

Vísindaráðið samtykti 28. januar 2011 yvirskipaða granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur. Her er m.a. ásett, at Landsstýrið í samráð við Vísindaráðið, og eftir tilmæli frá Granskingarnevndini, raðfestir í mesta lagi fimm granskingarøki. Henda raðfesting skal kjølfesta yvirskipaða granskingarpolitikkin og skal speglast í játtanunum til granskingarstovnarnar og í kappingarpuljum í Granskingargrunninum.

Mentamálaráðið hevur biðið Granskingarnevndina gera tilmæli um 5-10 raðfest granskingarøkir. Biðið verður um, at tað í tilmælinum verður greinað, hví hesi granskingarøkini eiga at vera raðfest, og at tað verður greinað, hvussu ein slík raðfesting kann verða sett í verk fíggjarliga og skipanarliga.  Biðið verður um, at granskingarumhvørvini og vinnan verða tikin við uppá ráð, tá raðfestu økini verða vald.

Áheitan er nú send leiðslunum fyri granskingarstovnarnar, nøkrum útvaldum virkjum og øðrum, sum vit meta hava áhuga fyri málinum. Onnur eru eisini vælkomin at koma við teirra íkasti innan teir karmar, sum eru settar fyri uppskotini. Innbjóðingin við nærri lýsing av treytum og skjalið, sum uppskotini skulu skrivast á, kunnu takast niður her:

Bræv: Áheitan um uppskot til satsingsøki

Skjal at útfylla: Uppskot til satsingsøki fyri gransking

Freistin at lata Granskingarráðnum uppskot er mánadagin 7. november.

Um onkur hevur spurningar ella viðmerkingar, ber til at ringja á tel. 567803, senda ein meyl á annika@gransking.fo ella støkka inn á gólvið hjá okkum í Vágsbotni. Vit vilja eisini fegin koma út at greiða frá um hetta, um ynski er um tað.