Skriva út
Lagt út: 20.05.2018

Hósdagin er granskingardagur á Landssjúkrahúsinum

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum skipar aftur í ár fyri granskingardegi. Hann verður í forhøllini á Landssjúkrahúsinum hósdagin 24. mai frá kl. 13 til 16.

Talan er um framløgur av kanningar- og granskingarúrslitum, framsýning av postarum og at enda fyrilestur. Harumframt verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin, og heiðursløn verður latin besta postara.

Í ár eru tríggjar framløgur á skránni við úrslitum frá verkætlanum, sum allar eru stuðlaðar úr Sjúkrakassagrunninum.

Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við umframt umboð frá viðkomandi myndugleikum.

Jacob Birkler, heimspekingur endar dagin við at halda fyrilestur við heitinum "Kan man dø for sent?". Jacob Birkler hevur sergrein í etikki. Hann hevur verið formaður í Det Etiske Råd í Danmark í tíðarskeiðnum 2010-2016. Hann hevur í mong ár arbeitt við etikki og brúkt heimspeki í heilsufakligum høpi, eisini hevur hann skrivað bøkur og undirvíst um etikk í heilsuverkinum. 

Fyrilesturin hjá Jacob Birkler setur fokus á okkara hugsan um deyðan og stríð okkara at útseta tað, ið einum er lagað. Hvussu vit skapa eitt heilsuverk, sum ikki bert viðger, men eisini finnur meining í at gevast.

Skráin

kl. 13.00 Setan
Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri

kl. 13.15 Stuðul til føroyskar krabbameinssjúklingar
Sonja Nielsen og Birna Mohr, báðar MSc í heilsuvísindum

kl. 13.30 Røddin í miðdeplinum og átaksøki í mun til perinatalan ótta og tunglyndi
Sanne Storm, musikkterapeut og ph.d.

kl. 13.45 Eginumsorgan og vitan um hjartaviknan hjá sjúklingum við hjartaviknan í Føroyum
Tóra Róin og Katrin á Lakjuni, báðar MSc í heilsuvísindum 

kl. 14.00 Postaraframsýning, kaffi

kl. 14.30 Flottasti postari kosin og heiðursløn latin

kl. 14.45 “Kan man dø for sent” Jacob Birkler, heimspekingur, ph.d.í medisinskum etikki