Skriva út
Lagt út: 08.10.2013

Horizon - Nýggj talgild tíðindatænasta frá ES

ES hevur gjørt eina nýggja net tíðindatænastu, sum tey kalla HORIZON. Hetta er í sambandi við at nýggja ES-granskingarskráin Horizon2020 nærkast,

HORIZON er ætlað eini breiðari fjøld av lesarum, sum eru áhugaðir í nýggjastu tíðindunum frá ES fíggjaðari gransking og nýskapan og ávirkanini, sum hesi úrslit hava á okkara gerandisdag. Í HORIZON verða eisini viðmerkingar frá leiðandi granskarum, mennarum, embætisfólki,og øðrum

Horizon kemur ístaðin fyri mánaðarbrævið "research*eu", sum hevur verið sent við teldubrævið. Fyriskipararnir vóna, at umleggingin fer at gera tíðarritið lættari atkomuligt og fer at røkka fleiri lesarum.