Skriva út
Lagt út: 17.02.2021

Horizon Europe skjøl likin á Science Business

Science|Business hevur í seinastuni givið almenninginum innlit í skjøl. sum verða nevnd “The Horizon Papers”. Talan er um skjøl hjá ES kommissjónini um útboð í stóru skránni fyri gransking, menning og nýskapan, Horizon Europe.

Um grundgevingina fyri avgerðini at almannakunngera arbeiðsskjøl hjá ES kommissjónini, sigur ritstjórin hjá Science|Business, Richard L. Hudson, at tað snýr seg í stóran mun um áhugan hjá teimum, sum skulu brúka skjølini komandi árini.

Í stuttu frágreiðingini verður víst á, at í fleiri mánaðir hava síður í túsundatali av ikki-lidnum skjølum, sum enn eru í viðgerð, likið út frá ES kommissjónini. Skjølini vísa, hvussu stóru upphæddirnar, sum eru settar av til Horizon Europe, skulu brúkast tey komandi sjey árini.

Hjá Science|Business halda tey, at ES kommissjónin átti at almannakunngjørt skjølini, hóast talan er um arbeiðsskjøl, sum verða tillagað og broytt, tí tey kunnu hjálpa granskarum at leggja ætlanir.

Hetta hevur stóran týdning, tí sum er, fáa øll ikki javnbjóðis atgongd til skjølini. Skjølini eru í umferð hjá nøkrum, meðan onnur ikki hava innlit í tað, sum gongur fyri seg.

Tað hevur týdning fyri stóru aktørarnar at kunna leggja ætlanir, styrkja teirra toymir av granskarum og harvið bøta um møguleikarnar fyri at eydnast sum partnari í Horizon Europe verkætlan.

At skjølini eru í umferð hjá nøkrum merkir, at tey, sum kenna skipanina og hava røttu sambondini, hava møguleika at fáa innlit og lesa skjølini. Og tað hava tey gjørt farna árið, meðan skjølini eru broytt og nýggj útkast eru send í umferð.

Hjá Science|Business halda tey seg vita, at tey, sum hava bestu sambondini, sum oftast eru fleirtjóða fyritøkur og ríkir lærustovnar í londum í norður Evropa. Hetta vanbýtið var tikið fram í frágreiðing hjá Evropa Parlamentinum í 2018, sum ein av orsøkunum til, at granskarar á fátøkum, fjarskotnum stovnum standa seg illa í kappingini um stuðul úr Horizon skipanini.

Les greinina hjá Science|Business her

Horizon Papers, sum almannakunngjørd av Science|Business, kunnu takast niður her

Myndin av Richard L. Hudson er úr Science Business.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.