Horizon Europe arbeiðsskráir almennar
Arbeiðsskráirnar í Horizon Europe fyri árini 2026 og 2027 eru nú almennar.
Arbeiðsskráirnar ella Work Programmes hava nágreinað útboð við umsóknarfreistum fyri tvey tey seinastu árini í Horizon Europe.
Horizon Europe er stóra rammuskráin hjá Evropasamveldinum, sum Føroyar luttaka í. Hon varð sjóðsett í 2021 og endar við árslok 2027. Føroyar luttaka sum atlimaland í Horizon Europe, sum er níggjunda rammuskráin hjá ES. Umframt ES-londini og Føroyar, luttaka tjúgu onnur lond við atlimaskapi, m.a. fjarskotin lond sum New Zealand, Korea og Kanada.
Útboðini byggja á altjóða ætlanir og varpa m.a. ljós á veðurlagsbroytingar, á málini hjá ST um burðardygd og á styrkt kappingarføri og vøkstur.
Føroyska luttøkan í Horizon Europe ger tað møguligt hjá føroyskum stovnum og fyritøkum at luttaka í altjóða samstarvi á jøvnum føti við umsøkjarar úr øðrum londum. Luttøkan hjá Føroyum higartil hevur verið góð, men enn eru øki í Horizon Europe, sum føroyingar ikki hava roynt at søkja í. Tað er hørð kapping og frá føroyskari síðu verður fylgt væl við gongdini.
Hvørja ferð føroyingar luttaka í samstarvsverkætlan hjá ES, verður føroyski búskapurin mentur við nýggjum uppgávum og arbeiðsplássum. Málið hjá ES er at økja um búskaparliga vøksturin og menna ídnaðarliga kappingarførið.
Leita eftir útboðum her
