Skriva út
Lagt út: 16.06.2021

Horizon arbeiðsskráir samtyktar

ES nevndin hevur loksins samtykt og almannakunngjørt arbeiðsskráirnar í Horizon Europe fyri árini 2021-2022.

Evnini, sum verða raðfest í hesum tíðarskeiðnum, eru partur av málsetninginum hjá ES nevndini um eitt Evropa, sum er sunnari, grønari og meira talgilt. Samlaða íløgan, sum verður latin sum stuðul gjøgnum Horizon verkætlanir, er 14,7 mia. kr.

Ein stórur partur av íløguni verður í European Green Deal. Stuðul verður latin til verkætlanir, sum virka fyri og loysa veðurlagsavbjóðingar ella vísa á tillagingar í mun til veðurlagsbroytingar. Herundir eru bæði orkuloysnir og matframleiðsluskipanir, sum eru viðkomandi fyri føroyskar luttakarar.

Onnur stór dagsskrá hjá ES er Europe’s Digital Decade. Íløgurnar skulu menna talgild amboð, granska í innovatión innan heilsurøkt, miðling, mentan og kreativa ídnaðin, umframt onnur øki.

Í dag er eisini almannakunngjørt, at útboðini/calls verða latin upp 22. juni á Funding og Tenders portalinum.

Evnini í Horizon Europe verða viðgjørd á European Research & Innovation Days, sum verða í døgunum 23 og 24 juni. Tiltakið er netborið og alment.

Les tíðindaskriv frá ES her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.