Skriva út
Lagt út: 15.01.2018

Horizon 2020 stuðul til Faroe Maritime Technic í Vági

Faroe Maritime Technic, FMT í Vági hevur fingið stuðul úr Horizon 2020 til víðari menning av reinsiskipanini Sludge Dewatering Evaporator, SDE, sum loysir avbjóðingar við oljudálkaðum vatni.

FMT hevur fingið stuðul úr fasu 1 í SME Instrument, sum er vælumtókta stuðulsskipanin fyri smáar og miðalstórar fyritøkur í Horizon 2020. SME Instrument er stuðulskipan, sum er ætlað til einstaka fyritøku til menning av ávísari framleiðslu, loysn ella tænastu.

Málið við menningini av SDE er at menna eina Oily Water Separator skipan, ið kann avloysa verandi OWS-skipanir umborð á skipum.

FMT hevur eisini ment eina aðra loysn til reinsing av oljudálkaðum vatni - Oil Conveyor, OC, sum er at finna umborð á fleiri føroyskum og útlendskum skipum. OC kann virka saman við SDE (seinni OWS), og ger samlaðu loysnina enn meiri fullfíggjaða.

Stuðulin í Horizon 2020 verður latin í kapping við nógvar fyritøkur úr øllum londunum, sum luttaka í Horizon 2020 og vil sannlíkt styrkja kappingarførið hjá FMT og økja um møguleikarnar hjá fyritøkuni á evropeiska marknaðinum.

Til ber at søkja stuðul úr SME Instrument gjøgnum Participant Portal alt árið. Skipanin hevur 4 fast ásettar cut-off dagar, tá umsóknir verða savnaðar og málsviðgjørdar. Umsóknir verða sendar beinleiðis til Brússel og mettar av serkønum fólki í Evropa, áðrenn avgjørt verður, hvør fær stuðul.

Í stuðulsumfarinum í desember 2017 vóru 3 tríggjar umsóknir úr Føroyum, sum allar lógu høgt í raðfesting við góðum metingum. Tað er vanligt at søkja fleiri ferðir, áðrenn stuðul verður játtaður, serliga tí fíggjarorkan, sum er sett av til SME Instrument, er avmarkað í mun til talið av umsóknum. So var eisini hesa ferð. Av teimum gott og væl 2.600 umsóknunum, sum komu inn, hevði umleið helmingurin verið inni áður. Tí kann staðfestast, at kappingin er hørð, og at føroyskar fyritøkur klára seg væl í kappingini.

FMT var ein av 114 evropeiskum fyritøkum, sum fingu játtað stuðul í hesum umfarinum.

Les um FMT her

Neyvari um møguleikar fyri stuðli úr SME Instrument her