Skriva út
Lagt út: 14.01.2016

Horizon 2020 SME Instrument á Hotel Hafnia

Mánadagin 18. januar skipar Vinnuframi fyri workshop um Horizon 2020 SME Instrument á Hotel Hafnia.

SME Instrument er ein stuðulsskipan í sokallaða Horizon 2020 skránni hjá ES. Av tí at Føroyar hava atlimaskap í ES, so loyvir tað føroyskum fyritøkum at søkja úr skipanini Horizon 2020. SME Instrument er ætlað smáum og miðalstórum fyritøkum. Søkjast kann í trimum stigum. Á fyrsta stigi kann søkjast um EUR 50.000. Á øðrum EUR 500.000 – 2.500.000. Á triðja stigi er talan um ráðgeving, atgongd til fígging v.m.

Tað er Granskingarráðið, sum umsitur Horizon 2020, Vinnuframi umsitur SME partin, sum er fyri smáar og miðalstórar fyritøkur. Vinnuframi vil, at fleiri fyritøkur brúka møguleikarnar, sum eru í skipanini, men ásannar, at høg krøv verða sett til umsóknirnar, tískil vil Vinnuframi hjálpa teimum fyritøkum, sum ætla at søkja úr SME Instrument.

Tiltakið er ætlað teimum fyritøkum, sum hava ætlanir um at søkja úr SME Instrument, og øðrum, sum arbeiða saman við hesum fyritøkum. Tað verður serfrøðingurin Uffe Bundgård-Jørgensen, sum fer at hava skeiðið. Uffe Bundgård-Jørgensen hevur drúgvar royndir innan H2020 SME Instrument, hann hevði ein virknan leiklut, tá skipanin fyri nøkrum árum síðan bleiv sett á stovn. Uffe Bundgård-Jørgensen átekur sær eisini at ráðgeva fyritøkum, sum ætla at søkja. Tiltakið er skipað sum undirvísing, spurningar og kjak. Tað verður byrjað við morgunmati kl. 8.30, sjálvt tiltakið byrjar kl. 9.00. Á middegi verður døgurði, og tiltakið endar umleið kl. 15.

Tað er ókeypis at luttaka. Talan er um avmarkað pláss, tí er neyðugt at melda seg til í seinasta lagi hósdagin 14. januar. Fyritøkur og persónar, sum kunnu hugsað sær at luttaka, kunnu seta seg í samband við Vinnuframa.

vinnuframi@vinnuframi.fo ella tlf. 203300/553300.