Skriva út
Lagt út: 26.08.2013

Horizon 2020: Marie Curie umsóknarfreist í apríl

Umsóknarfreistin til einstaklinga skipanina í Marie Curie verður væntandi tíðliga í  apríl 2014, og verður lýst eftir umsóknum einaferð í desember. Harvið verður umsóknarfreistin framskundað í mun til undanfarin ár.

Horizon 2020 fer av bakkastokki fyrst í 2014 byrjar ein heilt nýggj rammuskrá. Fleiri broytingar eru gjørdar í mun til bygnaðin á skipanini og alsamt størri dentur verður lagdur á at loysa tær stóru samfelagsligu avbjóðingarnar, sum eru eyðmerktar í yvirskipaðu EUROPE 2020 ætlanini.

Vælumtókta Marie Curie skipanin, ið hevur veitt fíggjarligan styrk til uml. 60000 granskarar síðan 1990, heldur áfram eftir nærum sama leisti sum í núverandi skipan. Onkrar smáar broytingar eru tó gjørdar, sum hava til endamáls at gera skipanina einfaldari. Eitt nú verða tær tríggjar einstaklinga-skipaninirnar (IOF, IIF og IEF) skipaðar undir einum leisti: Individual fellowships (IF). Hóast hesa broytingina, so ber enn til at fáa stuðul til at flyta í Europa, at fara til eitt triðjaland og at koma til Europa frá einum triðjalandi.

Roknað verður við, at ávísar broytingar verða gjørdar í mun til treytirnar fyri at søkja. Eitt nú verður tað væntandi ein treyt fyri tey, sum ætla sær til Europa úr einum triðjalandi, at tey fyrr skulu hava búð í Europa í minst trý ár.

Heitið á skipanini verður eisini broytt, við tað at millumnavnið hjá Marie verður lagt afturat heitinum. Sostatt eitur nýggja skipanin: Marie Sklodowska-Curie.
 
Undanfarin ár hevur umsóknarfreistin til einstaklingaskipanirnar verið miðskeiðis í august. Frá komandi ári verður umsóknarfreistin fyri IF væntandi framskundað til uml. fyrstu vikuna í apríl.

Aðrar umsóknarfreistir verða væntandi soleiðis:
- Initital Training Network: umleið fyrst í apríl 2014
- Cofund: umleið í november 2014
- European Researchers’ Night: umleið fyrst í mars 2014
- Marie Sklodowska-Curie Research and Innovation Statt Exchange: umleið fyrst í januar 2015