Skriva út
Lagt út: 19.08.2009

Hollywood vinnur á søgubókunum

Ert tú vís í at unnustan hjá ‘Flammen’ var ein tvínjósnari, so ert tú helst ávirkað av filminum ‘Flammen & Citronen’.

Søgugranskarar hava funnist at filminum fyri at bera ósannindi, tí eingin ábending er um, at unnustan hjá Flammen njósnaðist fyri týskarar. Men tað er ikki nakað óvanligt fyribrigdi, at fólk líta meir á fiktión í filmum heldur enn veruleikan.

Ein amerikonsk kanning vísir nevniliga, at næmingar sum hava fingið at vita hvat í roynd og veru er farið fram, hava lyndi til at seta Hollywoodfilmar í staðin fyri fakta.

“Vit funnu útav, at tað er nakað heilt serligt við at hyggja eftir filmi, sum ger, at fólk halda fast við upplýsingarnar í filminum, hóast tey hava lisið eina aðra lýsing í eini skúlabók”, sigur Andrew Butler við LiveScience, sambært videnskab.dk.

Granskararnir funnu eisini útav, at filmar kunnu stuðla siðbundna bókafrálæru, um filmarnir eru trúgvur ímóti søguligum fakta.

Kanningin hjá Andrew Butler fevndi um 108 lesandi, sum í ymiskum bólkum sóu brot frá nýggju ymiskum filmum. Tey lesandi lósu ein stuttan faktuellan tekst, sum snúði seg sum filmbrotið, ið tey sóu.

Hans Henrik Knoop, sum hevur granskað í læringssálarfrøði, sigur við videnskab.dk, at hóast amerikanska kanningin einans fevnir um 108 persónar, so er hon eftirfarandi. Tí kanningin staðfestir tað, sum gransking á økinum longu hevur víst.

Orsøkin til at vit minnast betur úr filmum, enn við at lesa, er hátturin heilin hjá menniskjum virkar, sambært Hans Henrik Knoop.
- Okkara heilar minnast nógv betur ítøkilig fyribrigdi enn óítøkilig ástøði – og heilin er serstakliga dugnaligur at minnast ítøkiligar lutir og hendingar í fýra dimensiónum. Tað vil siga í tíð og rúmi. Í einum filmi síggja vit nevniliga eina samanhangandi ítøkiliga hending, sum er løtt hjá áskoðaranum at fylgja við í, tí hon er skipað eins og størsti parturin av okkara minni: sum ein søga í tíð og rúmi, sigur danski granskarin.

Andrew Butler ætlar sær at arbeiða víðari við granskingini innan sokallaðu Hollywoodeffektina.

Úrslitini av kanningum hjá Andrew Butlers verða almannakunngjørd í Psychological Science.

Kelda: videnskab.dk