Skriva út
Lagt út: 29.06.2018

Hjálpartól gera mun

Høvuðsniðurstøðan av kanning hjá Turið Jacobsen, ergoterapeuti, er at “einføld” hjálpartól kunnu gera tað gjørligt hjá eldri menniskjum at gera gerandisaktivitetir, tá kropsligu førleikarnir versna. Turið Jacobsen gjørdi kanningina í sambandi við Masteruppgávu sína í heilsuvísindum.  Verkætlanin varð stuðlað av Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Turið Jacobsen og Ergoterapeutfelagið siga soleiðis um verkætlanina:

Í verkætlanini, sum Ergoterapeutfelagið hevur staðið fyri, varð kannað, hvussu menniskju eldri enn 67 ár, sum búgva í egnum heimi, upplivdu, at “einføld” hjálpartól, t.d. baðikrakkar, grípitengur, sokkaílatarir og rollatorar gjørdu tað lættari ella gjørligt at gera ymiskt í gerandisdegnum, sum hevði týdning fyri tey, t.d. at vaska sær, halda hús og keypa inn. Nógv gransking er gjørd í altjóða høpi um hjálpartólaveiting til eldri menniskju. Afturvendandi úrslitini eru, at tað hevur stóran týdning at taka støði í áskoðanini hjá borgaranum. Hetta er fyrstu ferð at hjálpartólveiting er kannað í Føroyum út frá áskoðanini hjá eldri hjálpartólabrúkarum.

Kanningin varð gjørd í tíðarbilinum 13.03.2017 – 15.10.2017. Hesi fimm eldraøkini luttóku í verkætlanini: Suðuroy við uml. 4.600 íbúgvum, Norðuroyggjar við uml. 6.000 íbúgvum, Roðin (Nes, Runavík og Sjógv) við uml. 6.150 íbúgvum, Veks (Vestmanna og Kvivík) við uml. 1.800 íbúgvum og Tórshavn við uml. 20.900 íbúgvum. Turið Jacobsen, ergoterapeutur, gjørdi kanningina og savnaði dátu í Tórshavnar kommunu og ergoterapeutar í hinum eldraøkjunum savnaðu dátu í teirra økjum.

Hjálpartól og hjálpartólaveiting í Føroyum

Sambært upplýsing frá Almannaverkinum (AV) fáa fólk eldri enn 67 ár ein stóran part av hjálpartólunum, sum tey veita. Í skjølum og lógarsmíði í samband við, at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar 1. januar 2015, varð dentur lagdur á endurvenjing og tiltøk, sum kunnu gera tað gjørligt hjá eldri menniskjum at klára seg í egnum heimi. Tó verða hjálpartól ikki nevnd í hesum skjølum og einki skipað samstarv er millum kommunalu eldraøkini og AV um hjálpartól. Í 1999 lat Almanna- og Heilsumálastýrið eitt tilmæli gera um hjálpartólaøkið, har dentur m.a. varð lagdur á at skipa økið, so at tænastan til borgaran var so góð sum gjørligt og fakliga vitanin varð gagnnýtt sum best. Sambært landsstýriskvinnuni í almannamálum verður hjálpartólaøkið endurskoðað í heyst. Harumframt hava Fysioterapeutfelagið og Ergoterapeutfelagið sambært tilmæli um endurvenjing frá HIMR, AMR og KF fleiri ferðir gjørt vart við, at hjálpartól eru týdningarmikil í endurvenjing og at verðandi skipan skapar forðing á endurvenjingøkinum.

Hjálpartól og hjálpartólaveiting í altjóða høpi

Í altjóða høpi er nógv gransking og tilmæli um hjálpartól og hjálpartólaveiting:

- ST samtyktin: Farast skal frá medisinskari tilgongd, har fakpersónurin avger hjálpartólaloysnina, til eina tilgongd, har borgarin avger sína hjálpartólaloysn.
- WHO: Myndugleikar kunnu brúka hjálpartólveiting til eldri menniskju sum strategi til at fremja heilsu, luttøku í samfelagnum og tryggleika. Hjálpartól til at gera gerandisaktivitetir kunnu stuðla undir lívsgóðsku tengd at sjálvbjargni.
- Ástøði: Ein hjálpartólaveiting er effektiv, tá hjálpartólabrúkarin upplivur, at hjálpartólini gera tað gjørligt at gera tað, sum viðkomandi ynskir og hevur tørv á í viðkomandi umhvørvi.
- Gransking og tilmæli sum heild: Hjálpartólaskipanir skulu lagast til einstøku samfeløgini, tær eiga at taka støði í borgarainvolvering og evidens og vera so einfaldar sum gjørligt.
- Gransking og tilmæli um eldri og hjálpartól: Tað er serliga umráðandi við uppfylging og at taka støði í serligu viðurskiftunum hjá eldri menniskjum.

Leistur fyri kanningina

Hendan kanningin er gjørd við samrøðufrymilinum Individually Prioritised Problem Assessment (IPPA), sum er ment í evropeiskum samstarvi millum serfrøðingar á hjálpartólaøkinum til at evaluera hjálpartólaveiting út frá áskoðanini hjá borgaranum. IPPA er ikki tengt at sjúkugreining ella slagi av breki og kann brúkast til menniskju í øllum aldri. Tosað verður við persónin tvær ferðir, eina ferð áðrenn viðkomandi fær hjálpartól (baseline) og eina ferð nakrar mánaðir aftaná, at viðkomandi hevur fingið hjálpartólini (uppfylging).

Lýsing av luttakarunum

Luttakarir - tal (%)

52 (100)

Aldur - miðal (min-max)

83,3 (69-93)

Kyn - tal (%)

Kvinnur

37 (71,2)

Menn

15 (28,8)

Bústaðarslag - tal (%)

Einsamøll

31 (59,6)

Saman við øðrum

21 (40,4)

Hjálp - tal (%)

Heimahjálp

20 (38,4)

Onnur hjálp (familja, keypt hjálp)

40 (76,9)

Onga hjálp

1 (19,0)

Hjálpartól - tal (%)

Hjálpartól frammanundan

25 (48,1)

geografi - tal (%)

Høvuðstaðarøkið

18 (34,6)

Veks (Vestmanna, Kvívík)

14 (26,9)

Suðuroy

8 (15,4)

Norðuroyggjar

6 (11,5)

Roðin (Runavík, Nes, Sjógv)

6 (11,5)

Partarnir í verkætlanini

Fyrsta vitjanin (baseline): Ein útgreining við IPPA, har luttakarin eyðmerkti upp til 7 gerandisaktivitetir. Luttakarin skoraði út frá 5 møguleikum, hvussu týdningarmikil aktiviteturin var og skoraði út frá 5 møguleikum, hvussu trupulir teir vóru at gera. Síðan varð søkt varð um hjálpartól frá AV, sum kundu bøta um aktivitetstrupulleikarnar.

Næsta vitjanin: Tá luttakarin hevði fingið hjálpartólini, har ergoterapeuturin vegleiddi í at brúka hjálpartólini og stillaði tey inn, so at tey passaðu til persónin og umhvørvið, har sum hjálpartólini skuldu brúkast.

Triðja vitjanin (uppfylging): Umleið 3,5 mánaðir aftaná, at persónurin hevði fingið hjálpartólini og vant seg við at brúka tey. Persónurin skoraði út frá teimum 5 møgulleikunum, hvussu lætt ella trupult tað var at gera aktivitetirnar við hjálpartólunum.

Kommunalir fakpersónar fáa vanliga ikki boð frá Almannaverkinum (AV), tá hjálpartól, sum tey søkja um, eru send til borgaran. Fyri at ergoterapeutarnir skuldu kunna vitja luttakararnar so skjótt sum gjørligt eftir, at tey høvdu fingið hjálpartólini, varð avtalað, at AV gav boð, tá tólini vóru send.

Máting av nyttuvirðinum 

IPPA skorur vórðu útroknaðar fyri baseline og uppfylging. Jú hægri IPPA skora, jú størri trupulleiki. Jú størri munur millum IPPA skor baseline og IPPA skor uppfylging, jú størri er effektin av hjálpartólaveitingini. Skorurnar kunnu vera 0 til 25 IPPA points.

IPPA baseline skorurnar fyri allar 52 luttakararnar vóru í miðal 17,73 IPPA points og fyri uppfylging 9,14. Munurin var 8,59, sum vísur, at luttakararnir samanlagt upplivdu, at hjálpartólini høvdu gjørt tað lættari at gera tað, sum var trupult at gera, áðrenn tey fingu hjálpartólini.

Munirnir millum IPPA baseline og uppfylgingar skorur spreiddu seg frá 0 til 20 IPPA points. Broytingin hjá 25% av luttakarunum var 0 < 5 IPPA points, broytingin hjá 21% var > 5 - < 10 IPPA points, broytingin hjá 38% var > 10  - < 15 IPPA points og broytingin hjá 9% var > 15 IPPA points.

Teir flestu trupulleikarnir snúðu seg um eginumsorgan, serliga at reisa og seta seg í samband við bað, vesivitjan og av og á song og stól; at standa uppi; at flyta seg í song; at boyggja seg niður eftir onkrum og koma upp aftur; at koma í og úr bili. Nakrir trupulleikar snúðu seg um at lata seg úr og í og nakrir trupulleikar snúðu seg um at skumpa matin av tallerkinum. Innandura trupulleikarnir við at ganga snúðu seg bæði um at ganga ímillum rúm og um at hava ymiskt við sær, t.d. ein drekkamunn. Uttandura trupulleikarnir snúðu seg bæði um at ganga túr, at gera ørindi og keypa inn.

Niðurstøður

Tað var munur á, hvussu hjálpartólaveitingin bøtti um ymisku sløgini av aktivitetstrupulleikum. T.d. var framgongdin sum heild stór fyri aktivitetirnar, sum snúðu seg um at reisa og seta seg, standa uppi og flyta seg í song. Tað bendir á, at tað er nóg mikið at vitja borgaran eina ferð fyri at tryggja, at hjálpartól til hesar aktivitetstrupulleikar virka eftir ætlan. Framgongdin var í fleiri førum minni fyri aktivitetir, sum vóru tengdir gongd og har borgarin fekk rollator. Hetta vísir á týdningin av neyvari upplæring og uppfylging, tá borgarin fær rollator. Tað eisini er í tráð við gransking. Fyri uml. 12% av aktivitetunum var eingin framgongd, lutfalsliga flest av hesum var gongd uttandura.

Dømi um eygleiðingar frá vitjanunum og útsagnir hjá luttakarunum:

- Nakrir luttakarar ynsktu ikki at fáa gonguhjálpartól, serliga rollator, sjálvt um rollatorur møguliga hevði kunnað hjálpt uppá teirra aktivitetstrupulleikar.
- Nakrir luttakarar greiddu frá, at tað var sera trupult at ganga úti við rollatori, tí at lendið var ójavnt og tí at trin og trappur vóru í vegin.
- Nøkur av hjálpartólunum, sum luttakarar høvdu frammanundan, vóru ikki stillaði inn og nøkur vórðu ikki brúkt.

Kanningin vísti, at ”einføld” hjálpartól kunnu gera mun í gerandisdegnum hjá eldri menniskjum í Føroyum. Spjaðingin í effektini frá ongari til stóra effekt vísir á týdningin av at laga hjálpartólaveitingina til tann einstaka og fylgja upp í hvørjum einstøkum føri. Hjálpartólaøkið er komplekst og umfatar eisini sertillagaðar bilar, bústaðarbroytingar, hjálpartól til arbeiðsumhvørvi hjá røktarstarvsfólki, vælferðartøkni og kompleksar hjálpartólaloysnir til samskifti og flutning. Í tí ætlaðu endurskoðanini av hjálpartólaøkinum kann støði takast í nevndu altjóða tilmælum og gransking, umframt føroyska tilmælinum frá 1999, ið øll leggja dent á somu viðurskifti, sum m.a. eru borgarainvolvering og at menna serfrøði á hjálpartólaøkinum, evidens. Í einum lítlum oyggjasamfelagi sum Føroyar, sum ikki hevur somu møgulleikar at savna og menna servitan á hjálpartólaøkinum sum stór samfeløg, eiga serlig atlit at verða tikin, tá hjálpartólaøkið verður endurskoðað.