Skriva út
Lagt út: 27.04.2010

Hitt samstarvsfelagar innan varandi orkukeldur


20. mai verður All-Energy 2010 Exhibition and Conference í Aberdeen har persónar og feløg eitt nú hava møguleika at hitta nýggjar samstarvsfelagar innan økið varandi orkukeldur. Á stevnuni verður skipað fyri ‘speed-dating’ fundum, har møguleiki er at hitta fleiri møguligar samstarvsfelagar frá fleiri ymiskum londum.

Fyriskipararnir hava gjørt eina teldutøka skipan har luttakarar kunnu leggja sína vangamynd, sum so verður brúkt til at fundirnar eftir.

Tað er Enterprise Europe Scotland, sum skipar fyri stevnuni. Málið er at eggja samstarv millum lítlar og miðalstórar fyritøkur (SME’s), granskingarstovnar, universitet og altjóða fyritøkur.

Les meir her