Skriva út
Lagt út: 11.05.2015

Hitt okkum á Atlantic Fair í Klaksvík

Í døgunum 12-14 mai verður Granskingarráðið á Atlantic Fair í Klaksvík.

Vit halda til á bási B-119 saman við Vinnuframa og Fiskivinnuroyndum.

Vit kunna um og veita ítøkiliga ráðgeving um møguleikar í Føroyum og í altjóða høpi. Í Føroyum ber til at søkja stuðul úr Vinnuframa, Fiskivinnuroyndum og úr Granskingargrunninum. Í altjóða høpi er Horizon 2020 ein ógvuliga viðkomandi møguleiki.

Mikudagin kl. 15 verður framløga, har vit fara at greiða frá møguleikunum fyri stuðli og samstarvi við serligum denti á Horizon 2020.

Ynskir tykkara virki, fyritøka ella stovur neyvari og meiri málrættaða kunning um t.d. møguleikarnar í Horizon 2020, so legg leiðina framvið B-119 og fá avtalu í lag. Horizon 2020 toymið er altíð til reiðar at koma á vitjan hjá tykkum ella í tykkara nærumhvøri.

Les meira um Atlantic Fair her